Millum hondbóltsáhugaðar føroyingar hevði tað leingi ljóðað, at aðalfundurin hjá HSF í ár kundi gerast rættuliga rokaligur, tí at feløgini vóru rættuliga ónøgd við nógv viðurskifti í hondbóltssambandinum.
Stór ónøgd við fyrrverandi formannin
Fundurin gjørdist tó ikki serliga rokaligur. Uppmøtingin til fundin var góð, og øll feløgini høvdu sent umboð á fund, og tilsamans vóru fleiri enn 30 fólk á fundi.
Tá ið formansvalið var á skránni, var bert tað eina uppskotið, nevnliga fyrrverandi varaformaðurin Niels Pedersen úr Vestmanna. Eingin skeyt fyrrverandi formannin, Eivind Jacobsen, upp, og Niels Pedersen bleiv tí einmælt valdur til nýggjan formann. Eivind Jacobsen hevði ikki boðað frá, at hann ikki stillaði upp aftur, og tí kann hetta bert tulkast sum, at feløgini ikki vildu hava hann aftur.
Eftir formansvalið var varaformansvalið á skránni, og tá var aftur bert tað eina uppskotið. Formaðurin í SÍF, Eina Gudmundsen, bleiv skotin upp, og hon bleiv vald uttan mótvalevni.
Hini fólkini í starvsnevndini hjá HSF eru Niels Petur Bech, Svein Rógvi Nielsen og Kristian Johansen, sum er nývaldur. Tiltakslimur er Ingi Olsen.
Nýggi formaðurin sigur, at hann stillaði upp til formann til frama fyri føroyskan hondbólt.
- Tað var stór ónøgd við farna formannin, og tí stillaði eg upp. Fyrrverandi formaðurin vildi hava alt undir sær, og hetta gjørdi, at fólk høvdu ilt við at støðast í starvsnevndini, sigur Niels Pedersen.
Øll fáa ábyrgd
Niels Pedersen sigur, at fremsta uppgávan verður at fáa fólk at trívast í nevndini, soleiðis at tað verður ein ávísur stabilitetur í starvsnevndini.
- Ætlanin hjá mær er at fáa loyalitet í starvsnevndini, og øll skulu vita, hvat ið fer fram í hondbóltssambandinum. Vit fara eisini at gera eitt arbeiðsbýti, soleiðis at allir nevndarlimirnir fáa ábyrgd. Hetta kann vónandi skapa eitt støðufesti í nevndini, sigur nýggi formaðurin.
Niels Pedersen sigur, at nýggja starvsnevndin hjá HSF fer at hava sín fyrsta fund komandi hóskvøld, og tá fer nevndin endaligt at skipa seg. Formaðurin sigur seg vóna, at feløgini fara at stuðla nýggju nevndini, tí sum hann málber seg, so eru tey arbeiðsgevarar hjá hondbóltssambandinum.