Eivin er sonur gamla bedingsmeistaran, Jógvan Olsen, og Kristensu. Hansara lívsstarv bleiv so sjálvandi á bedingini, har hann so ruddiliga hevur slitið sínar barnaskógvar upp.
Eivin er hegnismaður og dugir sera væl at skipa fyri og fáa alt at bera til. Við sínar leiðandi menn sigur hann ofta: "sigið tit bara til, tað gongur nokk".
Eivin kann sostatt vónandi hátíðarhalda at tað í mai mánað verða 100 ár liðin, síðan bedingin var tikin í nýstlu, og mong eru tey skipini, sum hava verið á beding hesi hundrað árini, og nógv tey flestu hava hann og hansara familja tikið sær av at fingið avgreidd.
Eivin hevur verið virkin sum fakfelagsmaður og hevur í mong ár verið stjórnarlimur í Skála Arbeiðsmannafelag, og hetta starv gekk hann upp í við lív og sál. Eisini innan ítróttin hevur hann verið virkin, og sat hann sum formaður í Skála Ítróttarfelag, tá avgjørt var, at Skála skuldi taka sær av fótbólti og Strendur av hondbólti, hetta fyri at ítróttargreinarnar skuldu vera betri skipaðar, og størri samanhald skuldi verða ímillum bygdirnar
Til seinasta kommunuval stillaði Eivin upp og var valdur. Hansara hjartamál vóru serliga at skaffa ungum familjum grundstykkir, at gera karmarnar um at ansa børnum betri og so at fáa bygdina vetrarfriðaða fyri seyð. Hesi skjótt fýra árini mugu vit siga, at væl er komið á skaftið, tó væntar enn vetrarfriðingin, men eisini her er vón fyri framman, takkað verið hansara ágrýtni. Eivin er eitt sindur tvørur og gevst ongantíð við tí, hann hevur sett sær fyri.
Seyðahald hevur nú eisini fingið hansara áhuga, og nú pápin hevði hug at gevast, tók Eivin við, og hvønn døgurðatíma fer hann inn í Miðhaga at geva seyðunum.
Eivin er giftur við Sigrun, og saman eiga tey børnini: Annu, Poulu, Jónu, Jákup og Anton.
Eivin og familjuni verður ynskt hjartaliga tillukku við teimum hálvhundrað árunum.