Eivør vitjar Ghetto Føroyar

Í sendingini Ghetto Føroyar í morgin, verður dagsins tónlistarliga innslag eingin minni enn fløguaktuella Eivør Pálsdóttir.

 

Fyri stuttum gav Eivør út eina nýggja fløgu, ið ber heitið “Room”, og hendan fløgan hevur fingið sera góð ummæli í donskum og føroyskum miðlum.

 

Útgávukonsertir hava nú verið í Føroyum, og latið verður væl at nýggjastu útgávuni hjá songkvinnuni.

 

Í morgin klokkan 14.00 fer Ghetto Føroyar, sendingini hjá útisetunum í Keypmannahavn, av bakkastokki enn einaferð, og her verður møguleiki at hoyra Eivør framføra beinleiðis.

 

Haraftrat verður møguleiki fyri at hoyra um kappróður hjá útisetum í Danmark, og eitt kjak, sum hesaferð skal snúgva seg um pedofili. Útisetarnir fara at kjakast um hvussu samfelagið kann fyribyrgja peodfili í Føroyum. Sendingin byrjar í morgin klokkan 14.00 og heldur fram til klokkan 16.00.