Eivør Pálsdóttir hevur gjørt eitt nýtt sjónbandalag. Talan er um lagið Undo Your Mind, sum er fyrsta lagið á fløguni Larva. Sjónbandalagið er tó ikki tað fyrsta av slagnum á nýggju fløguni. Eivør hevur eisini gjørt eina sjónbandaútgávu av Kate Bush-lagnum Hounds of Love.
Nýggja sjónbandalagið Undo Your Mind kann síggjast á heimasíðuni hjá Eivør, eivor.com, ella við at trýsta HER
Eivør spældu um vikuskiftið í Vega í Keypmannahavn, men skal nú í desember skal til Íslands, har hon hevur átta konertir á skránni, fýra í Reykjavík og fýra á Akureyri. Sjey av teimum eru longu útseldar.