Fyri 9. ferð fór tiltakið Mentanarnátt Reykjavíkar fram um vikuskiftið. 250 mentanartiltøk av ymsum slag fóru fram og størstu nøvnini innan íslendskan tónleik vóru við. Millum luttakandi nøvnini vóru Bjørk, Bubbi, Megas og Eivør Pálsdóttir og Bill Bourne úr Canada.
Miðlarnir hava gjørt nógv nurtur úr Eivør og DV hevði stóra samrøðu við Eivør. Væntandi er, at Eivør og Bill Bourne geva eina fløgu út seinni í ár.
Eivør kemur í samrøðuni inn á sínar røtur í Føroyum, í Gøtu, og hon vísir ikki aftur, at hon umframt síni ár í Íslandi, eisini fer at halda til í øðrum fremmandum landi, men sambært samrøðuni verður tað ikki Danmark. Hon staðfestir, at har trívist hon ikki og at hon ynskir Føroyar loystar frá Danmark.
Eivør skrivar í løtuni tónleik til sangleikin Úlfshamssaga. Maria Ellingsen leikstjórnar. Hon er væl kend. Hon er hálvur føroyingur og hálvur íslendingur.
Eivør og Bill Bourne fara á tónleikaferð í Noreg og skulu tá eisini spæla fyri norska konginum. Nakað av tí seinasta, ið hendi á mentanarnáttini var, at Bubbi spældi saman við gamla bólki sínum, Egó. Bólkurin byrjaði í 1982 og helt á í tvey ár. Hesi bæði árini vóru teir best dámdi bólkur í Íslandi. Fólk hava spent bíðað eftir hesi sameining og løgreglan metti, at eini 100.00 høvdu leitað sær at lurta. Hetta er met, tí gamla metið hevði bólkurin Stuðmenn og taldi fjøldin tá 80.000 fólk, sigur heimmildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð.










