Eivør útseld Í Wien

700 fólk hava ognað sær atgongumerki til konsert hjá Eivør í Wien

MENTAN
 
Í dag fór Eivør Pálsdóttir til Eysturríkis, har hon skal hava tríggjar konsertir saman við Bill Bourne. Fyrsta konsertin verður hóskvøldið kl. 19.30 í Mozarthøllini í Konserthúsinum í Wien, sum tekur 700 fólk. Konsertin er ein liður í einum verkætlan, har dugnaligur ungdómur úr ymsum oyggjasamfeløgum fær høvi at vísa síni kynstur. Konsertin er útseld.
Tann næsta konsertin verður á Porgy & Bess í Wien fríggjakvøldið kl. 20, og triðja konsertin verður á Treibhaus í Innsbruck mánakvøldið kl. 20.
Týsdagin 24. januar seta Eivør og Bill kósina ímóti Glasgow, har tey mikudagin og hósdagin halda konsertir á kenda Skotska festivalinum Celtic Connection.
Í gjár sang Eivør í Norðurlandahúsinum á 25 ára jubileumskonsertini hjá Yggdrasil.