Hesa vikuna hevur Eivør Pálsdóttir tvær fløgur á topp 15 listanum í Íslandi. Heimildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, sigur seg ikki minnast, at tað er hent áður, at sama tónlistafólk hevur tvær fløgur á listanum samstundis.
Nýggja fløgan, Trøllabundin, ið hon hevur innspælt við DR Big Band, er nummar 6 á listanum og fløgan Eivør er nummar 15. Trøllabundin hevur eftir øllum at døma av nýggjum varpað ljós á fløguna Eivør, sum er komin á 15 pláss av 21 plássi.
Fløgan Eivør hevur verið á topp 30 í 17 vikur.
- Hon er ein superstjørna í Íslandi, ein av teim størstu, sigur heimildarmaður okkara um Eivør. Bólkurin Yggdrasil, sum Eivør eisini syngur við av og á, vitjar í Íslandi 8. juni, men á ferðini er Kári Sverrison sangari. Bólkurin hevur selt fløgur í hundraðtali í Íslandi.