Eivør: The Last Kingdom á skránni um páskirnar

- Hetta eru einar sera ópáskaligar páskir hjá mær í ár, sigur Eivør Pálsdóttir.

Páskirnar eru í hondum og tað merkir, at nakrir frídagar eru á skránni hjá teimum flestu. Men hjá songkvinnuni Eivør Pálsdóttir er tó ikki talan um starv frá 8-17, sum inniber frídagar av ymiskum slag.

 

Tí páskirnar hesaferð fara til filmstónleik.

 

- Eg nýti dagarnar at sita í mínum studio í Keypmannahavn, tí eg havi ymsar deadlines, sum skulu røkkast. Millum annað leggi eg rødd til The Last Kingdom og so framvegis sigur Eivør Pálsdóttir.

 

 

Men tað er ikki frítt, at Eivør hevur fingið nakað av familjuhugna inn rundan um páskirnar, tí fyri stuttum var mamma hennara í Keypmannahavn og vitjaði.

 

- Tá fingu vit øll havt nakrar páskaligar og hugnaligar dagar, sigur Eivør Pálsdóttir og leggur aftrat.

 

- Tað er altíð tíð til eina løtu saman við sínum kæru, serliga um høgtíðirnar. Eg royni bara at njóta tær løturnar vit hava saman eyka nógv, tá ið so nógv er á skránni sum júst nú, sigur Eivør Pálsdóttir.

 

Somuleiðis er framtíðin hjá Eivør spennandi á fleiri ymiskum økjum, tí umframt filmstónleik, er Eivør eisini í gongd við at fyrireika ensku útgávuna av Slør, ið kemur út í Onglandi 26 mai.

 

- Nógv fyrireikingar arbeiði skal gerast til ein so stóran marknað sum hendan, og seinastu tveir mánaðirnar havi eg ferðast nógv aftur og fram millum Ongland og Danmark og gjørt PR arbeiði av ymsum slag, sigur Eivør, sum eisini fyrireikar eina longri Evropa rundferð í samband við fløgu útgávuna á bretska marknaðinum.