Í gjár slepti Eivør einum nýggjum videolagið á Youtube. Talan er um eina endurinnspæling av kenda sanginum hjá Leonard Cohen, Famous Blue Raincoat.
- Hetta er ein av mínum yndissagnum hjá Cohen, og eg havi spælt hann á mínum konsertum í eina tíð nú, sigur songkvinnan sjálv.
Sangurin er eisini at hoyra á nýggju útgávuni hjá Eivør, Live in Tórshavn, sum einans er at fáa á fløgu ella plátu á heimasíðu hennara.
Leonard Cohen hevur gjørt sangin, Eivør syngur, og undir syngja Høgni Lisberg, Marius Ziska og Allan Tausen. Mikael Blak spælir undir og Hallur Jónson hevur ljóðblandað.
Videolagið hevur Dávur Djurhuus stjórnað og RACLIP framleitt. Dávur Djurhuus, Alvin Ellebye andersen og Benjamin Hansen hava gjørt upptøkurnar og Mikkjal Olsen hevur klipt upptøkurnar.