Eivør Pállsdóttir luttekur næstu viku í mentanarvikuni á Bornholm. Hon fer saman við fimm øðrum listarfólkum, at hittast tónlistarliga á trimum konsertum. Listafólkini verða tey somu, men skráin er ymisk hvørt kvøldið
Konsertirnar verða hóskvøldið 22., fríggjakvøldið 23. og leygarkvøldið 24. september. Tey luttakandi eru vald út til endamálið av fyriskiparunum av mentanarvikuni. Tey eru Eivør Pálsdottir, Christoffer Møller, Gustav Ljunggren, Julie Maria, Niels Skousen og Steffen Brandt..
Tey eru øll dugnaligir og egnir sangarar og sangskrivarar, sum øll eru ymisk. Endamálið er at skapa okkurt nýtt, tá listafólkini hittast og spæla saman. Tey sleppa at tolka tilfar hjá hvør øðrum, og egið tilfar í hesum samanhangi. Hetta fer at vísa ymiskar nýggjar síðir av kendu listafólkunum, og gevur áskoðarunum eina heilt serliga uppliving.
Konsertirnar verða hósdag 22. september kl. 20.00 í Scala Gudhjem, Brøddegade 10, Gudhjem. Fríggjadagin 23. september kl. 20.00 í Møbelfabrikken, Gl. Rønnevej 17, Nexø og leygardagin 24. september kl. 20.00 í Musikhuzet, St. Torv, Rønne henda seinasta konsertin er Gallakonsert.
Umframt hesar konsertir, spæla tey fleiri konsertir á skúlum á Bornholm.