Leygardagin 6. september kl. 21 verður Eivør Pállsdóttir at hoyra í Leikalund í Klaksvík.
Sum kunnugt, fyllir Klaksvíkin 100 ár í ár, og í tí sambandi verður konsert við Eivør.
Ikki kann sigast annað enn at klaksvíkingar, norðoyingar og føroyingar annars hava møguleikar fyri eini rættari uppliving í Leikalund.
Avmarkað nøgd av atgongumerkjum á 150 kr., fáast í forsølu í Leikalund.