Eivør í Leikalund

Í dag, mikudagin, fær fløgu og bókahandilin Leikalund í Klaksvík vitjan av Eivør Pálsdóttir

Hon fer at framføra nøkur løg í gomlu hølunum aftan fyri sjálvan handilin. Høvi verður eisini at heilsa upp á sangfuglin ? og hon fer eisini at signera fløgur, um áhugi er fyri tí.
Leikalund hevur skipað fyri nógvum tiltøkum. Til dømis eru listaframsýningar hvønn mánað og eisini hava tey havt fleiri rithøvundar í handlinum at signera bøkurnar. Eitt kvøldi herfyri skipaðu tey eisini fyri einum bókakvøldi, har tríggir kvinnuligir rithøvundar greiddu frá teirra bókum.
? Hetta er eitt tiltak, sum er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri tónleikinum. Vit eru jú eisini ein tónleikahandil, so tað er upplagt at gera okkurt fyri tey viðskiftafólkini hjá okkum, sum keypa tónleik, sigur Edward Fuglø.
Eivør fer at syngja í Leikalund frá klokkan 15 í dag. Steðgurin verður ikki so øgiliga langur, tí hon skal syngja til eina konsert í Havn seinni.
Nýggja fløgan hjá Eivør, sum ber heitið Eivør, hevur nú selt meira enn 6.000 eintøk, og tað verða helst løg av henni, sum Eivør fer at syngja.

- sae -