Eivør innstillað til heiðurslønir

Eivør Pálsdóttir er innstilla til 3 tónleikaheiðurslønir í Íslandi. Væl gongur við nýggju fløguni í Íslandi og er hon nú nummar 13 á íslendska top 15. Bólkurin Týr er framvegis nummar eitt við Wild Rover á einasta íslendska hittlistanum, ið kann sammetast við okkara 15 tær bestu

Eivør Pálsdóttir er innstillað til 3 íslendskar tónleikaheiðurslønir av Íslensku Tónlistarverðlaunin, og kann hetta metast sum eitt slag av íslendskum Grammy Awards. Eivør er við í kappingini um virðislønirnar innan Besti sangari (Best Performer) 2003, besta songkvinna 2003 og besta fløga 2003.
                      Hetta gevur vind í seglini, tí nógv umrøða stendst av hesum og er hetta samstundis ein viðurkenning í sjálvum sær.Tey innstillaðu eru sjálvsagt umrøðuevni í túnatosi og har fólk koma saman.
                      Heimildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, sigur seg meta, at Eivør hevur góðar møguleikar í kappingini um at gerast Besta Songkvinna 2003, tí tað er hon veruliga, metir Jens Guð, og tað verður ikki lætt at velja nakran annan, leggur hann afturat.
                      Møguliga hevur hon ein møguleika at gerast besti sangari, men her ivast Jens Guð eitt sindur. Og hann metir ikki, at hon fær fyri bestu fløgu ? eisini orsakað av, at hon helst verðrur besta songkvinna og ivasamt er um hon fær bæði í posa og sekk.
                      Nýggja fløgan hjá Eivør, Krákan, hevur verið á Top 15 í seks vikur og hevur verið uppi á nummar 5 og er nú nummar 13. Hetta merkir helst, at Krákan verður seld í fleiri enn 10.000 eintøkum í Íslandi.
 
Týr nummar eitt
                      Bólkurin Týr er framvegis nummar eitt á Samfés, ið er hittlisti, ið kann metast við okkara 15 tær bestu. Skúlabørn atkvøða og Týr sigst liggja á odda við fleiri enn 100 atkvøðum frammanfyri næsta lag.
                      Til ber at lurta eftir listanum á www.ruv.is  og at listin sæst á www.samfes.is/utvarp/vinsaeldalisti