Eivør Pálsdóttir hevur seinastu árini verið nógv frammi í Íslandi, og hon er nú heiðrað fyri avrik innan bæði tónleik og sjónleik.
Fyri tveimum árum síðani vann Eivør virðislønir fyri sína fyrstu tónleikaútgávu í Íslandi, og hósdagin varð hon heiðrað fyri tónleikin, sum hon hevði gjørt til leikin Úlfhamssøga.
Eivør Pálsdóttir vann eina Grímu fyri Besta tónleik og ljóð, og tað var hon sera fegin um.
Úlfhamssøga byggir á Úlfhamsrímur, ið er gamlar íslendskar rímur, ið byggja á íslensku saga?irnar. Tónleikurin var fyri tað mesta instrumentalur, soleiðis at skilja at Eivør sang, men røddin var mest brúkt sum eitt ljóðføri fyri at uppbyggja ein stemning í leikinum.
Nógv spennandi fyri framman
Fríggjanáttina kom Eivør heim til Gøtu við tí snøggu virðslønini, sum hon hevði fingið. Flogfarið úr Íslandi var nakað seinkað, og tí var ligið langt út á kvøldið, áðrenn Eivør trein inn í barnaheimið.
Har tóku familja og vinir ímóti henni, og lagið var gott. Tað er einki at siga til, at familjan er errin av Eivør, tí hon hevur sum songkvinna vunnið hjørtu bæði heima og úti. Og tað er nógv, sum bendir á, at Eivør fer at koma enn longri út í heim næstu árini.
Eivør hevur úr at gera við tónleikinum, og nógv ymiskt er á skránni. Í gjárkvøldið skuldi hon syngja fyri teimum kongaligu, og fyri framman bíða uppgávur í Føroyum, Danmark, Kanada og aðrastaðni.
Leikurin Úlfhamssøga verður at síggja í Føroyum í september mánaði.