Eivør Pálsdóttir hevur givið enn eitt nýtt staklag út. Hetta lagið eitur "Sleep on it", og tað er partur av nýggju fløguni, sum Eivør í løtuni arbeiðir uppá.
Útgávan eitur SEGL, og higartil eru tvey stakløg komin út frá hesari útgávuni. Fyrra staklagið kallast "Patience", og tað kom út síðst í mai.
"Sleep on it" er fyrsta lagið, sum Eivør hevur skrivað av nýggju útgávuni. Hon sigur á facebooksíðu síni, at hon skrivaði lagið eina nátt í íbúð síni í Keypmannahavn fyri trimum árum síðani.
Eivør sigur, at sangurin snýr seg um at taka avgerðir. Hon sigur, at onkuntíð kann ein skeiv avgerð vera einasti mátin at taka røttu avgerðina.
Í heyst, tá nýggja útgávan SEGL er komin út, fer Eivør á eina langa konsertferð. Hon skal spæla í eitt nú Danmark, Týsklandi, Hollandi og Polen.
Hoyr nýggja lagið "Sleep on it" við Eivør her:
##med2##