Eivør fylti Tivoli við føroyingum

Hóast lagt var upp til, at Eivør skuldi vísast fram fyri dønum í konsertsalinum í Tivoli, so var eingin ivi um, at í konsertsalinum leygarkvøldið vóru næstan bara føroyingar.

 Ummæli

Lógvabrestirnir  í nærum fulla konsertsalinum í Tivoli mundu ongan enda taka, eftir at Eivør saman við einum sera væl leikandi bólki, hevði undirhildið samlaðu fjøldina. Har var eingin ivi millum fólk, Eivør hevði spælt eina stak góða konsert.
Eivør spældi nýggj og gomul løg og onkran klassikarara, áðrenn hon endaði við eykalagnum Om lidt blir der stille, men stilt varð tað ikki, tí lógvabrestirnir buldraðu á, og Eivør og bólkurin komu út aftur at bukka fyri fjøldini. Soleiðis skal tað gerast. Hetta, at bólkar spæla eykalag oman á eykalag, er ein keðiligur óvani, ið alt ov nógvir bólkar hava. Men Eivør vísti høgan klassa. Hon spældi síni løg og endaði við tí vanliga hæddarpunktinum Nú brennur tú í mær, sum leygarkvøldið aftur var frálíkur. Tá allur konsertsalurin reisti seg og klappaði hana inn aftur, spældi hon kenda Gasolin lagið, og so var slutt. Fólk vóru enn svong eftir Eivør, og fóru úr salinum, við jaligu kensluni, eg hevði væl tíma at hoyrt meira við Eivør.
 
Á tremur við føroyingum
Stásiligi konsertsalurin í Tivoli hevur ongantíð hýst so nógvum føroyingum sum í gjárkvøldið, tí tann stóri meirilutin av áskoðarum var føroyingar. Har var onkur hendinga dani og nakrir íslendingar, men annars var talan um føroyingar. Hópin av útisetum vóru komnir saman, har vóru føroyingar úr øllum heraðshornum í Danmark og ikki minst, vóru stak nógvir føroyingar, ið vóru komnir úr Føroyum at uppliva hesa løtuna saman við Eivør.
 
Magnus var frálíkur
Konsertin varð býtt í tveir partar, og vit sluppu at uppliva eina Eivør, sum var í essinum. Við sær hevði hon stóran bólk. Har var ein strúkikvartett, ein gittarleikari, ein, ið spældi slagverk, ein trummuleikari, ein bassleikari, tvær, ið sungu kór, og so var <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Magnus Johannesen á&quot;$?$end$!$<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Magnus Johannesen&quot;$?$end$!$Magnus Johannesen</st1:PersonName$?$end$!$ á</st1:PersonName$?$end$!$&nbsp; ljómborðum, flygli og harmoniku. Serliga <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Magnus Johannesen&quot;$?$end$!$Magnus Johannesen</st1:PersonName$?$end$!$ var frálíkur alla konsertina. Við sínum frálíka spæli lyfti hann alla ljóðmyndina. Hann skapti stemningar í løgunum, ið gjørdu tey so øgiliga nærverandi. Tað var ein sonn frægd at hoyra tvey av okkara fremstu tónlistarfólkum á palli saman. <BR>Í onkrum lagi, hevði eitt sindur av elektroniskum tónleiki snýkt seg eitt sindur inn, og hetta klæddi tónleikinum væl. Tað kennist, sum um hetta at fáa eitt sindur av elektroniskum ljóði og bitum, er mest natúrliga stigið hjá Eivør at taka, og her er eingin ivi um, at <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Magnus Johannesen&quot;$?$end$!$Magnus Johannesen</st1:PersonName$?$end$!$ kann verða heilt rætti maðurin, at taka hetta stigið saman við.<BR> 
Eivør hevur ment seg
Eivør hevði sjálv eina frálíka framførslu. Hon sang sum altíð sera væl, men tyktist eisini ment á hesum økinum. Óneyðugu útferðirnar upp í hægstu tónalegurnar, hava verið dekan ov nógvar seinastu tíðina, men nú vóru tær sleptar. Jú gaman í Eivør skríggjar enn, men nú var tað, tá tað hóskaði til lagið. Her var lagið Brostnar Borgir besta dømið. Á G!Festivalinum var friðarligi parturin av lagnum nærum oyðilagdur av hennara vokalu útferðum, meðan seinni partur av lagnum var framúrskarandi. Í Tivoli var lagið eitt tað besta, úr enda í annan. Tað, at røddin bleiv brúkt á ein yndisligan hátt í fyrra parti av lagnum, gjørdi effektina av skríggjunum í seinnu helvt av lagnum so ómetaliga nógv størri.
 
Trívist í rokkinum
Annars tyktist framtíðin hjá Eivør sera ljós, tí eisini nýggju løgini vóru sera góð, har var serliga lagið Jin og jang gott. Hetta lagið rokkaði veruliga, eins og løgini Nú brennur tú í mær og Brostnar borgir. Tað var serliga í rokkpettunum, at Eivør veruliga kom til sín rætt, og tað er í mínum huga eingin ivi um, at tað er sum rokksongkvinna, at Eivør er sterkast.
Í rokkløgunum sást tó høgi miðalaldurin hjá tónleikarunum aftur. Tá tað veruliga rokkaði leitaði danin Troels Skovgård á gittara yvir móti onkrum rættiliga Pink Floyd kendum.  Einki ringt um Pink Floyd, og hetta riggaði eisini sera væl, men samstundis sat eg sum lurtari og hugsaði, hvat ein yngri tónleikari við feskari tónleikasmakki kundi givið løgunum, ella hvat hevði hent, um <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Magnus Johannesen&quot;$?$end$!$Magnus Johannesen</st1:PersonName$?$end$!$ hevði slept allari vanahugsan og hevði teknofisera løgini, sum hann so ómetaliga væl dugur. Men í núverandi orkestur samanseting tikin hetta ikki upplagt.<BR>Eingin ivi er um, at Troels Skovgård var ein av bestu monnunum á konsertini, hansara innliga og dugnaliga gittarspæl fylti konsertsalin og var ein sonn frægd at hoyra. Troels hevur nú spælt við Eivør eina tíð og er ein veruligur topp tónleikari. Men eg fari at ivast í, um hann er rætti maðurin at satsa uppá á gittaranum í framtíðini.
 
Hvat ætlar Eivør?
Í lagnum Only A Friend Of Mine sang allur salurin við. Hetta lag er passaliga hilla-di-hey til at vera fangandi, og vísir eitt sindur teirri leiðina, ið Eivør traðkaði á saman við Bill Bourne. Hetta eitt sindur bygdasliga kundi nærum einhvør sungið, tí tá vit tosa um hetta slagið av felagssangi, so er songrøddin ikki so týdningarmikil. Tað tykist næstan sum spell, at ein songkvinna í Eivørsa flokki fæst við tílíkt. Men samstundis er tað altíð festligt og herligt. Men tað er nærliggjandi at spyrja hvat Eivør ætlar sær, tí markið millum fjøllbroytni og stíl ørkymlan er smælt.
 
Óruddilia pallmynd
Alt meðan tónlistarliga framførslan var kekkað, vælspæld, væl løgd til rættis og sum heild frálík, so var pallframførslan og samlaða útsjóndin á konsertini munandi minnið imponerandi. Konsertsalurin í Tivoli leggur upp til galla veitslu. Eivør var veitsluskrýdd í einum fantastiskum kjóla í hvørjari hálvu av konsertini. Eisini tær báðar góðu kórsongkvinnurnar tyktust í sínum tænarauniformi rættiliga gjøgnumførdar, tað sama kann sigast um strúkarakvartettina, ið øll var í myrkum klæðum. Men restin av tónleikarunum sóu út, sum um teir vóru farnir í tað fyrsta og besta plaggið, ið rakst við seingjarstólpan leygarmorgunin. Hetta fekk pallmyndina at síggja enn meira óruddiliga út. Frammanundan vóru so nógv ljóðføri uppstillaði, at pallurin líktist einum loppimarknaði. Tað átti ikki at verið so trupult, at biðið fólkið latið seg í t.d. svart til hesa konsertina, nú karmarnir vóru, sum teir vóru.
 
Skuggadansur og reyðar gamasjubuksur
Eitt sindur av pallframførslu var eisini, nevniliga skuggadansur við Jónu Thomsen. Men hetta riggaði satt at siga illa. Ein hvítur bannari datt úr loftinum úti við høgru síðu á pallinum, ein ljóskastari lýsti aftanfyri soleiðis, at skuggarnir av dansinum vórðu kastaðir upp á bannaran. Jóna dugur væl, og hennara partur lá ikki eftir. Men hetta var alt annað enn væl fyriskipað.
Serliga var tann eina løtan pínlig. Jóna dansaði skuggadans við tveimum viftum aftanfyri bannaran, men glopp var millum bannaran og leiktjaldið, so reyvin á Jónu í reyðum gamasjubuksum stakk útundan bannaranum væl upplýst av ljóskastaranum. Upplivingin misti mest sum eitt sindur av elegansuni.
Seinni dansaði Jóna sum ein álvagenta yvirum pallin, men óruddaliga pallmyndin tók so mikið frá dansinum, at hetta var alt annað enn væleydnað. T.d. sást dansurin ikki tí einu løtuna, tí dansarinnan hvarv aftur undir eina stórtrummu. Eina aðra løtu dansaði Jóna aftan fyri bannarin, uttan at tað sást úr salinum. Tað var eitt sindur synd fyri heildarupplivingina, at showið ikki var betur lagt til rættis, serliga tá lagt er upp til okkurt heilt stórt, nú Eivør vitjaði hetta stórsligna konsertstað. Men samstundis var konsertin tónlistarliga somikið góð, at áskoðararnir uttan at blunka fyrigeva Eivør fyri showið.