Eivør framførdi í bankanum

Tað var ein sera aktuellur og sera umbiðin tónleikari, ið legði leiðina framvið í hølunum hjá Bank Nordik á Amagerbrogade, har Ghetto Føroyar hevur studio. Eivør Pálsdóttir, sum júst hev­ur havt útgávukonsertir í Før­oy­um og Íslandi, er komin til Dan­markar, har hon skal hava fleiri útgávu­konsertir seinni í mánað­inum, áðrenn hon mánaðarskiftið oktober/november fer til Noregs at spæla saman við bólkinum Vamp.
Eivør hevði gittaran og fan­tastisku rødd sína við í Ghetto Føroyar seinnapartin í gjár. Ógvu­liga apropos spældi hon tvey løg av nýggju útgávuni, ið nevn­ist »Room«. Ein fløga, sum Eivør hevur ognað pápa sínum, sum doyði herfyri.
– Fløgan snýr seg í stóran mun um sorgblýdni, kærleika og góð minnir, men eisini um vón og at hyggja frameftir, greiddi Eivør Pálsdóttir millum annað frá í Ghetto Føroyar.
Gjøgnum árini hevur Eivør spælt á bæði stórum og smærru pallum í øllum møguligum lond­um. Til útgávukonsertina í Íslandi spældi hon í nýggju Hørp­uni, í Føroyum spældi hon í Norður­landa­húsinum og í Keyp­manna­havn fer hon at spæla í Konsert­húsinum í DR-býnum. Men í Ghetto Føroyar hósdagin fram­førdi hon so í fundarhølunum hjá Bank Nordik á Amager, einsamøll við gittaranum.
Á konsertunum í Danmark hev­ur Eivør við sær tað, sum hon í Ghetto Føroyar rópti ein dreyma­bólk. Hesin er mannaður við Tróndi Bogason, sum so at siga bara spælir alment við MC Hár, Magnus Johannesen, Mikael Blak og danska Jeppe Gram, umframt kórkvinnurnar Ása Wraae og Maria.