Eivør Pálsdóttir verður í komandi døgum á ferð í Danmark og Noreg, og verður at hoyra á ymsum spælistøðum har fyrst í mai.
Tann 2. mai 2013 spælir Eivør á Klaverfabrikken í Hillerød, og 4. mai er tað Huset, Finsensgade 1 í Esbjerg.
Tann 8. maj er Eivør í Hamar í Noreg, og verður at hoyra á Hamar Teater.
Framførslan í Noreg er við bólki, meðan undannevndu konsertir í Danmark eru solokonsertir.
Nibe festival
Í juli byrjar festivalsummarið, og tann 8. Juli er Eivør á Nibe Festivalinum. Har var hon annars eisini gestur longu heilt afturi í 2001. Eivør telist har á festivalskrá millum stóru nøvnini í Danmark.