Eivør fegnaðist um planet­heiðurslønina

Eivør Pálsdóttir varð kosin besti kvinnuligi sangari, tá stóra Planet Galla tiltakið var farna vikuskiftið. Og hon fegnaðist um heiðurin

Managarin hjá Eivør, Sigvør Laksá, sigur, at Eivør gjørdist bilsin og sera fegin, tá hon frætti, at hon fekk planetheiðurin sum besta songkvinna.
Men Eivør var ikki til staðar. Tær tríggjar havfrýrnar, Lena, Guðrun og Eivør, høvdu nevni­liga 3 konsertir um vikuskiftið fyri fullsettum Norðurlandahúsi, so tíðin rakk ikki og hetta var eisini eitt sera strævið vikuskiftið hjá songkvinnunum.
Men Eivør frætti um heiðurin og fegnaðist og Planetin er komin heim til Gøtu.
Eivør fór avstað aftur av landi­num longu mánadagin.
Í Danmark
Hon fyrireikar nú tónleikaferð í Danmark, sum byrjar í kom­andi viku. Harumframt er Eivør í uppskoti til heilar seks heiðurslønir í Danish Music Awards . Tá skal Eivør eisini á pallin.
Hesum innstillignujm er Eivør eisini bilsin av og sera fegi um.
Sigvør Laksá sigur, at hetta var nakað, sum tær als ikki høvdu í huganum sum nakað, ið var gjørlgt. Men hinvegin hevur Eivør eisini verið nevnd við slík titøk í Íslandi, so hví ikki í Danmark. Og Eivør og bakland hennara fegnast, nú tað tykist, sum Danmark er við at fáa eyguni  og oyruni (blðm.) - upp fyri Eivør, tí hetta er størri, enn t.d. Ísland.
Eivør fekk planetheiðurin sum besta sangkvinna. Í upp­skoti vóru eisini Guðrun Sólja Jacobsen,, Lena Andersen, Guðrið Hansen og Petsi Tvørfoss.