Eivør fær rós frá Ekstra Blaðnum

Ein journalistur hjá Ekstra Blaðnum gjørdist so bergtikin av lagnum Far Away, sum er at finna á nýggjastu fløguni hjá Eivør, at hann valdi at vitja songkvinnuna í hennara íbúð á Amager, og har gera eina samrøðu við hana.

 

Eivør Pálsdóttir hevur livað av tónleiki síðani hon var 16 ár, og tað ger hon framvegis. Nýggjasta fløga hennara eitur The Room, og ein journalistur hjá Ekstra Blaðnum fekk eina sokallaða "waw" uppliving, tá ið hann hoyrdi Eivør framføra lagið Far Away.

 

Hann skrivar á heimasíðuni hjá blaðnum, at hann heldur hon minnir mest um eina vakra samanrenning millum Kate Bush og Sissel Kyrkjebø, og at hennara sermerkta guitar fingraspæl ger løgini til nakað heilt serstakt.

 

Journalisturin spyr, sum vera man, um Eivør ongantíð hevur hugsað um at melda seg til X-Factor. Til tað svarar Eivør, at hon kundi ikki hugsað sær at kappast um tónleik, tí tað er nakað, sum onga meining gevur í hennara høvdi.

 

Les samrøðuna við Eivør her: ekstrabladet.dk/musik/intlmusiknyt/article1846673.ece