Eivør er FMA-drotningin

Hon fekk flest Planet Awards ta tíð, tað var, og nú hevur hon vunnið næstan líka nógvar FMA-virðislønir.

Eingin føroyskur tónleikari er í nær námind av at hava fingið so nógvar virðislønir sum Eivør Pálsdóttir. Hesi trý árini, sum FMA hevur verið, hevur hon fingið virðisløn á hvørjum ári og hevur tilsamans ogna sær sjey FMA-virðislønir.

 

Í 2014 fekk hon tvær virðislønir. Lítla skrímsl varð kosin ársins fløga, meðan Lurta Nú fekk heiðurin sum ársins lag.

 

Í 2015 fekk hon einans ta einu virðislønina. Tað var sjónbandalagið til sangin Rain, ið varð kosin til ársins sjónbandalag. Hon var tó eisini soloist á útgávuni, sum varð kosin ársins útgáva ella konsert í opna bólkinum. Tað var konsertin Høvdingar Hittast, sum Gavin Bryars fekk virðisløn fyri.

 

2016 gjørdist heilt stóra árið hjá Eivør í FMA-høpi. Í fjør fekk Eivør fýra virðislønir. Hon gjørdist Ársins songkvinna og Ársins einstaklingur, samstundis sum Slør varð kosin ársins útgáva. Eivør fekk eisini FMA-virðislønina fyri ársins húsi fyri systirfløgurnar Slør og Bridges.

 

Tær átta FMA-virðislønirnar hjá Eivør leggjast afturat teimum átta Planet Awards-virðislønunum, hon fekk frá 2005 til 2012.

 

Eivør hevur møguleikan at økja um talið á virðislønum undir ársins FMA, sum verður 11. mars, tí hon er tilnevnd til fýra virðislønir. Í opna bólkinum er hon tilnevnd sum ársins sangari, umframt at útgávan At the Heart of a Selkie er tilnevnd sum ársins útgáva ella konsert og Ársins kompositión. Harumframt er sjónbandalagið Í tokuni tilnevnt sum Ársins sjónbandalag.