Eivør er eitt konsept

- Hon er ein heilur pakki, hon er ein heild. Styrkin hjá Eivør er alt er sinnalagið í øllum tí, sum hon ger. Tað er okkurt við hennara veru, sum er spennandi og mystiskt. Hennara stóra purluta hár, hennara stóru prýðislutir og hennara image er alt ein partur av Eivør sum listafólk, sigur Nikolaj Bentzon, kapellmeistari í Danish Radio Big Band

SAMRØÐA

Eftir konsertina fekk eg eitt prát við Eivør og ljómborðleikaran Nikolaj Bentzon. Vit settust, og skjótt fall samtalan inn á upprunan til samstarvið millum Danish Radio Big Band og Eivør Pálsdóttir. Tað heila byrjaði við, at ein ávísur Jesper Kemp hoyrdi rokkbólkin Clickhaze fyri nøkrum árum síðani í Danmark. Hetta fangaði hansara áhuga, og tá ið hann nøkur ár seinni hoyrdi útgávuna »Krákan«, var hann vísur í, at Eivør var eitt spennandi listafólk.
Hesin Jesper Kemp virkaði sum tour manager fyri Danish Radio Big Band, og hann hugsaði, at eitt samstarv millum hesar partarnar hevði givið áhoyrarunum nakað heilt serligt. Nikolaj greiðir frá, at Big Band tónleikur søguliga hevur jazzin sum heimavøll. Tískil er tað eitt nýbrot innan big band tónleikin at nýta ein so serligan solist, sum Eivør nú einaferð er. Eivør varð biðin um at luttaka í eini royndarinnspæling saman við Danish Radio Big Band, og hetta riggaði so væl, at tey vildu arbeiða nógv meir saman við henni.
- Eivør er ein framúrskarandi sangari, brýtur Nikolaj út.
- Hon er ein heilur pakki, hon er eitt heilt konsept. Hon er ein heild.
Hann metir eisini, at styrkin hjá Eivør er alt er sinnalagið í øllum tí, sum hon ger. Tað er trupult at seta orð á, sigur hann, men tað er okkurt við hennara veru, sum er spennandi og mystiskt. Hennara stóra purluta hár, hennara stóru prýðislutir og hennara image er alt ein partur av Eivør sum listafólk, fortelur hann. Og hetta er rættiliga óvanligt í big band sambandi, sigur hann. Big band tónleikur verður ofta sammettur við amerikanska mentan, og Eivør hevur rættiliga sterkar norðurlendskar røtur í síni list, vísur hann á. Og hendan samanrenningin er óvanliga spennandi.

Ótrúliga Eivør
Føroyingar kenna Eivør Pálsdóttir sum eina fjøltáttaða listakvinnu. Vit hava hoyrt hana spæla nógvan ymiskan tónleik, so tað er upplagt at spyrja hana, hvussu tað er at spæla við einum big bandið aftan fyri seg. Eivør sigur, at tað hevur verið sera læruríkt at spæla tónleik saman við einum big bandi.
Víðari greiður hon frá, at henni dámar so væl at royna nýggjar leiðir, soleiðis at hon alla tíðina flytur seg tónleikaliga. Og nú er ikki talan um eitthvørt big band, sigur hon.
- Hetta er eitt big band við eini stoltari og stórari søgu, so eg kenni meg sera hepna at sleppa at spæla við Danish Radio Big Band, sigur hon.
Hon verður skjótt avbrotin av Nikolaj Bentzon, sum sigur »der er altså en gensidig respekt!«. Hann vil gjarna vísa á, at hendan samanrenningin er so original, at hetta er sera gevandi fyri DR Big Band, at teir eisini flyta seg tónleikaliga. Hann heldur tað verða so ótrúligt, at Eivør, hóast sín unga aldur, ikki bara rúmar tann tónleikastílin, sum hon spælir fyri tíðina, men at hon eisini dugur at syngja vanligan jazz.
Nikolaj heldur, at samstarvið teirra millum eisini hevur givið tí danska tónleikalívinum nakað. Eivør hevur víst, at tað ber til at hugsa nýskapandi innan tær meiri traditionellu tónleikagreinirnar. At eitt big band kann skapa so góðan tónleik við Eivør, prógvar at framtíðin er bjørt fyri big band tónleikin.
Eivør er bilsin av tí góðu móttøku, sum konsertirnar hava fingið. Danska áhoyrarafjøldin hevur verið sera positiv mótvegis tónleikinum. Meðan Eivør sigur seg verða bilsna av móttøkuni, sigur Nikolaj, at hann slett ikki er tað. Hann hevur ongantíð verið í iva um, at hetta fór at rigga heilt væl. Hann heldur, at Eivør er so ótrúliga eksotisk, og at hetta er ófatiliga spennandi fyri ein »almindelig leverpostejs dansker«, sum hann málber seg. Hetta gevur áhoyrarunum ein stóran kontrast til tað, sum vit eru von við at hoyra úr teimum amerikonsku miðlunum. Tí tónleikurin hjá Eivør er úr einum umhvørvi, sum bara er til í norðurlondum. Tí gevur tað tí danska áhoyrarunum samband við sínar norðurlendsku røtur, og úrslitið er ein innilig og fantastisk tónleikauppliving. Og hesin tónleikurin er eisini við til at styrkja um okkara fatan av okkum sjálvum, sigur ein hugsanarsamur Nikolaj Bentzon, hóast Eivør vísur á, at hon aldri sjálv hevur hugsað soleiðis um hennara tónleik.

Framtíðin
Mánadagin endar konsertferðin hjá DR Big Band & Eivør Pálsdóttir. Men Eivør fer ikki at taka sær av løttum fyri tað. Komandi mánaðirnar hevur Eivør nokk at takast við. Hon fer beina leið til Íslands, har hon skal undirvísa í einum skúla. Eisini hevur hon eitt stórt kór har, sum hon skal ferðast við. Tey skulu halda nakrar jólakonsertir, og hon sigur, at tíanverri fáa føroyingar ikki høvi at hoyra konsertirnar her á klettunum. Í Føroyum plaga vit at verða so heppin, at Eivør Pálsdóttir heldur nakrar jólakonsertir her heima. Men tað er ikki vist, at so verður í ár. Men hon lovar næstan, at hon fer at gera okkurt hugnaligt, sum vit sleppa at hoyra um jóltíðir.
Eivør sigur at enda, at henni ikki dámar so væl at tilrættisleggja alt ov langt inn í framtíðina. Hóast tað veit hon, at hon skal spæla nakrar konsertir í Danmark í februar, og so skal hon eisini til Kanada í mars at spæla tónleik.
Næst á skránni hjá Danish Radio Big Band er ein konsertferð við sangarinum Anders Blikfeldt, sum vit kenna úr kenda bólkinum »Big Fat Snake«, og tað verður so heilt vist øðrvísi tónleikur enn tann sum big bandið hevur spælt saman við Eivør.