Eivør er ein stjørna

? Eingin sangari í Íslandi hevði kunnað sungið sangin hjá mær so væl. Eg kann bara koma í tankar um nakrar fáar altjóða jazzstjørnur, sum høvdu kunna gjørt tað eins gott og Eivør, sigur sangskrivarin Ingvi þór Kormáksson

Reykjavík: Tað var ein sera væl nøgdur Ingvi þór Kormáksson, sum lýddi á, tá ið Eivør Pálsdóttir sang »Í Nótt« til íslendska Grand Prixið leygarkvøldið.
Ingvi skrivaði sangin saman við rithøvundanum Friðrik Erlingsson, og hann ætlaði at fáa sangin við í Grand Prixið. Sangurin var skrivaður, áðrenn hann hitti Eivør fyrstu ferð.
? Tað var í november mánaði, at eg hitti Eivør fyrstu ferð. Tað var til eina meira ella minni privata samkomu, har hon sang. Tá leitaði eg eftir einum sangara, men kendi púrt einki til Eivør. Tá eg hoyrdi hann syngja, segði tað bara bang. Hon var akkurát tann sangarin, sum eg vildi hava at syngja sangin, greiðir Ingvi frá.

Eivør ein stjørna
Tá komponisturin hoyrdi Eivør syngja sangin til íslendska Grand Prixið, var hann ikki í iva um, at hann hevði gjørt eitt rætt val.
? Eg havi skrivað sangin, men nú eigur Eivør hann. Hon er rættiliga farin inn í sangin og hevur tulkað hann á sín egna hátt. Og tað er júst tað, sum eyðkennir Eivør. Hon er ikki bara ein framúr sangari, hon er eisini ein sera dugnaligur tulkari, sum dugir at fáa tað besta burtur úr sangunum, sum hon syngur, heldur Ingvi þór Kormáksson, og hann hevur nógv rósandi orð at bera Eivør sum sangari.
? Hon er fantastisk. Hon hevur allar eginleikar, sum skulu til fyri at gera hana til eina altjóða stjørnu, sigur hann uttan at blunka.

Hugsaði ikki um at vinna
Ingvi vónar, at hann fær høvi til at samstarva við Eivør í framtíðini eisini, og hann heldur, at Eivør skal brúka sangin á eini komandi útgávu, hevur hon hug til tað.
? Sangurin kann ikki framførast betur, enn tá ið Eivør syngur hann.
Ingvi þór Kormáksson var bæði til aðalroyndina og sjálvt Grand Prixið leygardagin, men hann hevði ikki gjørt sær vónir um, at sangurin skuldi vinna kappingina.
? Tú kanst ikki vænta ella rokna við, at tín sangur fer at vinna, tí tað leggur bara óneyðugt trýst á. Tað týdningarmesta er, at framførslan var góð, og at sangurin hevur góðan møguleika at standa seg aftaná Grand Prixið eisini, sigur íslendski tónasmiðjurin.