Fríggjakvøldið skal Eivør Pálsdóttir framføra eitt lag í sera væltóktu sendingini Det nye talkshow hjá Anders Lund Madsen. Tað boðar Eivør frá umvegis fjepparasíðu sína á Facebook í kvøld.
Det nye talkshow er ein undirhaldssending, har dámligi og serligi verturin, Anders Lund Madsen, prátar við kend og minni kend fólk. Fastur táttur í sendingini er eisini, at ein bólkurin framførir eitt lag. Fríggjakvøldið 12. november verður tað so Eivør, sum fer at syngja og spæla lagið Hounds of love, sum er við á nýggju fløgu hennara.
Eivør hevur eisini gjørt eitt sjónbandalag til júst Hounds of love, sum millum annað er at síggja á youtube.com. Tað er annars Kate Bush, ið eigur lagið.
Det nye talkshow við Eivør verður víst á DR1 fríggjakvøldið klokkan 20.55 føroyska tíð.










