Tað hevur leingi verður greitt at Boys In A Band skulu spæla á Spot 14, men í dag varð tað almannakunngjørt á heimasíðuni hjá festivalinum. Samstundis vóru Eivør og Budam sett á skránna. Eivør, ið var stóra høvuðsnavnið á AME-Føroyar hevði eina framúrskarandi framførslu í Norðurlandahúsinum og sannførdi tí umboðið fyri Spot-festivalin um, at hon eigur at sleppa á stóra sýnisgluggatiltakið í Århus. Hinir báðir bólkarnir Budam og Boys In A Band høvdu somuleiðis sera sannførandi framførslur á tí minna AME-pallinum, ið var í Kagganum, hesar framførslur fullu somikið væl í smakkin hjá umboðnum fyri Spot Festivalin, at teir eisini vóru bodnir við.
Frammanundan er greitt, at Lena Andersen luttekur á Spot-festivalinum.