Eiturskýggj hóttir milliónir

Eitt tríggjar kilometrar høgt eiturskýggj hóttir lívið hjá fleiri milliónum í syðra parti av Asia, men tað kann fáa avleiðingar aðrastaðni eisini

Umhvørvi
Árni Joensen:

Sambært einari frágreiðing, sum umhvørvisdeildin hjá ST almannakunngjørdi í gjár, er skýggið ein eitrað samanrenning av øsku, ymsum sýrum, aerosolum og ymsum øðrum. Sagt verður, at skýggið kann gera skaða á grøðina og kann somuleiðis broyta tey vanligu regn- og vindviðurskiftini í økinum frá Afghanistan til Sri Lanka.
Í frágreiðingini stendur, at skýggið heldur sólarljósinum burturi og kann elva til bæði turk og vatnflóð, sum kunnu hótta fleiri milliónir mannalív.
Stjórin í umhvørvisdeildini hjá ST, Klaus Tøpfer, sigur, at tey hava longu staðfest ávísar broytingar, sum standast av eiturskýnum, men at tað er neyðugt at gera fleiri kanningar, áðrenn tað ber til at siga við vissu, hvussu stórar avleiðingarnar verða.
Um upprunan til eiturskýggið sigur stjórin, at tað er eitt úrslit av skógareldum, einum skjótt veksandi útláti av dálkandi royki frá bilum og verksmiðjum og nógvum húsarhaldstólum, sum framvegis nýta við og onnur biologisk evni til brenni.
Sambært ST-frágreiðingini verður sólarljósið skert umleið 15 prosent, tá tað rakar skýggið, og tað er munandi meiri, enn serfrøðingar høvdu væntað. Úrslitið er, at jørðin kølnar, meðan tey niðaru luftløgini í atmosferuni orna, tí hitin verður savnaður í skýnum.
? Av hesum fáa vit munandi minni regn í útnyrðingspartinum av Asia og munandi meiri regn fram við asiatisku eysturstrondini, sigur Klaus Tøpfer. Mett verður, at avfallið í útnyrðingspartinum av India, Pakistan, Afghanistan, vestara parti av Kina og Miðasia fer at minka millum 20 og 40 prosent.
Stjórin í umhvørvisdeildini hjá ST heldur, at frágreiðingin um eiturskýggið eigur at vera ein álvarssom ávaring til altjóða umhvørvisfundin, sum verður í Johannesburg í næsta mánað.
? Tað er ikki nóg mikið við orðum longur. Nú má okkurt gerast til tess at tryggja framtíð Jarðarinnar, sigur Klaus Tøpfer.