Í USA hava tey funnið fram til 33 nýggj sløg av eiturkoppum í trapdoor familjuni, sum tað nevnist.
Trý nýggj sløg av eiturkoppunum eru funnin í Joshua Tree National Park í Kalifornia.
Trapdoor familjan hevur fingið hetta navn, tí eiturkopparnir byggja eina holu við einari lúku, og har goyma teir seg fyri sínum fongi. Eitt slag av hesum eiturkoppum fær nú navn eftir U2 sangaranum Bono. Navnið heiðrar U2 fløguna "The Joshua Tree" frá 1987 skrivar Gaffa umvegis The Press Enterprise. Eiturkoppurin skal tí eita Aptostichus Bonoi.
Aðrastaðni í USA hava tey eisini funnið onnur sløg av Trapdoor eiturkoppum. Fleiri av hesum hava fingið nøvn eftir kendum amerikanarum, sum eitt nú Angelina Jolie og Barack Obama.