Seinnapartin mánadagin hendi eitt ferðsluóhapp við strórum, materiellum skaða á Hoydalsvegnum í Havn, uppi við viðarlundina.
Tað vóru tveir bilar, við hvør sínari kvinnu við róðrið, sum stoyttu saman, tá ið teir komu koyrandi hvør sín veg eftir Hoydalsvegnum
Orsøkin til óhappið varð - ein eiturkoppur.
Best sum hon kemur koyrandi, varnast annar bilføraran ein eiturkopp í bilinum.
Søgan sigur onki um, antin eiturkoppurin loypti slíkan hvøkk á annan bilføraran at hon misti tamarhaldið á bilinum, ella um óhappið hendi, tái ið hon ætlaði at beina ódjórið úr bilinum.
Men í øllum førum órógvaði tann seks beinti bilføraran so illa, at hon fór yvir í vinstru síðu á vegnum og rendi á ein bil, sum kom ímóti henni.
Tíbetur hendi ongin fólkaskaði, men bilarnir fóru so illa, at teir máttu sleipast burtur
Hvørja lagnu eiturkoppurin fekk, vita vit ikki...
-Áki-