Eiturálop á politistar

Ein 33 ára gamal sinnissjúkur maður sprændi salmiak-spiritus í eyguni á tveimum politistum, tá teir skuldu innleggja hann í gjár.

– Hetta er nakað av tí óhugnaligasta, eg havi verið úti fyri, sigur Oluf Mortensen, sum var annar politisturin

Ein óhugnaligur tilburður í Havn í gjár kundi lættliga havt álvarsligar avleiðingar við sær, tá tveir politistar fingu eitur í eyguni, tá teir vóru úti í arbeiðsørindum.

Tað var um tveytíðina, at ein fráboðan kom um, at ein sálarsjúkur maður hevði tørv á at vera innlagdur á Psykiatrisku deild, ímóti vilja sínum.

Tá politistarnir komu niðan í húsini, hevði maðurin byrgt seg inni. Tí var ein lásasmiðjur boðsendur at fáa úthurðina upp. Innkomnir í húsini stendur sjúklingurin fyri politistunum og sprænir salmiakk-spirituss í andlit teirra. Lásasmiðjurin kom teimum til hjálpar, og inn til ein granna, har teir beinanvegin fóru undir at skola eiturið úr eygunum.

- Lásasmiðjurin var tíbetur somikið kvikkur, at hann beinanvegin ringdi eftir sjúkrabili, sigur Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur. Tí komu politistarnir skjótt á sjúkrahúsið, har teir komu undir læknahond. Í einar seks tíðar skolaði tey eyguni á teimum.


Brúktu táragassi

Onnur lið av politistum fóru síðani á staðið, har maðurin enn einaferð hevði læst seg inni. Ein rútur varð brotin og táragass sprænt inn í húsini, fyri á tann hátt at fáa mannin út. Politistarnir fóru so inn eftir manninum í gassmaskum og aðrari útgerð, sum verður nýtt í slíkum førum. Og tá eydnaðist. Sambært Jón Klein Olsen er tað sera sjáldan, at politiið nýtir hesa útgerð, men hon er altíð tøk.

- Hetta sigur ikki so lítið um, hvat vit kunnu verða útsett fyri í hesum yrkinum, sigur Jón Klein Olsen.


Innlagdur á gulum pappíri

33 ára gamli sjúklingurin, sum skuldi á sjúkrahúsið í gjár, er sera illa fyri sálarliga.

– Hann skuldi innleggjast upp á tað sum vit rópa gul pappír. Tá eru tey sálarsjúk, men hava tørv á læknahjálp, og verða ikki mett at vera vandamikil, sigur Oluf Mortensen, politistur. Hann var sostatt ikki fyrireikaður upp á, at hendingin fór at vera so ógvuslig.

Men kortini varð mett, at sjúklingurin var førur fyri at koma í varðhaldið, har hann eisini varð framstillaður í grundlógarforhoyr. Nú er hann fluttur á Psykiatrisku deild, har hann fær ta hjálp, honum tørvar.

– Hann fær helst ein dóm fyri tað, sum hann gjørdi. Kortini fær hann helst ikki vanliga revsing, men ein viðgerðardóm, sigur Jón Klein Olsen. Politiið kennir mannin, men hevur ikki havt stríð av honum fyrr.


Fáa ikki mein

Teir báðir politistarnir hava tað eftir umstøðunum gott, men eru sjálvsagt skelkaðir av tilburðinum. Læknarnir rokna ikki við at teir fáa varandi mein. Teir hava fingið góða salvu at smyrja á, men kunnu kortini vænta at fáa fortreð av hendingini eina stutta tíð framyvir.

- Ja, hetta er eitt tað óhugnaligasta, sum eg havi upplivað higartil í starvinum, sigur Oluf Mortensen, sum hevur starvast sum politistur í 12 ár.

- Tað, sum passificerar meg er veskan. Brúkti hann knív, so kenna vit til mátar at taka hann frá honum. Men vesku fær man ikki vart seg ímóti, tí tað fer niður í millum alla staðni, og man missur bæði luftina og sjónina, sigur Oluf Mortensen.


Yngsti politistur í landinum

Og starvsfelagið hansara, sum var við í gjár, 27 ára gamli Jens Rói Sørensen, tekur undir við honum.

- Hetta kann bara minna okkum á, at sálarsjúk fólk kunnu vera ótilroknilig. Hetta vita vit av, men hesaferð gekk so galið. Tá maðurin stendur har við einum dunki, so hevur man lítlan kjans, sigur Jens Rói Sørensen, sum er nýútlærdur politistur og tann yngsti í landinum.

- Hetta var ein sera traumatisk uppliving. Eg fekk ikki so nógv í eyguni, men meira í nøsina og munnin, so eg var bangin fyri at fáa skaða í munnin og svølgið. Tað var ótrúliga vemmiligt at fáa dampin í nøsina. Hóast eg var rímiliga vissur í, at eg fór ikki at missa sjónina, so stúrdi eg nógv fyri eyganum hjá Olufi, sum var sera reytt og hovið, sigur Jens Rói Sørensen.

Bæði hann og Oluf Mortensen eru ættaðir av Tvøroyri, men búgva og virka í Havn.


Góðan stuðul

Teir báðir politistarnir komu heim av sjúkrahúsinum í gjárkvøldið.

- Tað eru sjálvandi blandaðar kenslur í dag. Nógv ringja til mín úr øllum landinum, og ikki minst, havi eg fingið góðan stuðul frá starvsfeløgunum. Tað er løgið at hugsa um, at høvdu vit ikki komið at vatni innan tveir minuttir, so høvdu vit helst mist førleikan fyri lívið, sigur Oluf Mortensen. Komandi dagarnar fara teir báðir at taka tað róligt, so teir koma fyri seg aftur.