Eitur ikki svínakrím

Heimsheilsustovnurin hjá ST, WHO, samtykti tann 30. Apríl í ár, at nýggja krímið ikki skal kallast svínakrím, men at stovnurin framyvir bert fór at nýta vísindaliga heitið, ið er H1N1 influensa A. Orsøkin er at WHO óttast at ræða brúkarar frá at eta svínakjøt, og at man vil sleppa undan at lond geva boð um hópslátur av svínum. Boðini komu dagin eftir at Egyptaland gav boð um, at tað vildi slakta øll tey 400.000 svínini í landinum, ið verða hildin av einum kristnum minniluta, koptunum. Fleiri lond hava eisini bannað innflutning av eitt nú svínakjøti úr Meksiko, hóast svínakrím sambært WHO ikki breiðir seg við at eta svínakjøt, ið er reiðiliga gjørt til.


-rn