Av løgreglustøðini verður sagt, at einasta fráboðanin kom í gjárkvøldið, tá ein bilur var farin út av vegnum inni í Eysturoynni.
Hesin koyrdi norðureftir og var í millum Skipanes og Skálabotn, tá førarin misti tamarhaldi á bilinum og slongdist útav vegnum, so tað var um reppið, at hann ikki endaði í sjónum.
Sjúkrabilur kom á staðið, og førarin varð fluttur á sjúkrahús til nærri kanningar.
Annars var hált um stóran part av landinum í gjár, og eisini í dag er hált. Um hálkan var orsøkin til, at hesin bilurin var farin út av vegnum í morgun vita vit ikki. Tað visti løgreglan heldur ikki, tá vit spurdu í morgun.
Men hvussu er og ikki, so lá svarti BMW-bilurin niðanfyri vegin nakað sunnanfyri Hósvík seinnapartin í gjár.










