Í løtuni liggur ódnin vestanfyri Bretsku Oyggjarnar, og hevur hon lágætt við sær her hjá okkum.
- Tað verður regn og mjørki fyri tað mesta um vikuskiftið, men við millumbilum verður eisini turrveður, sigur Peter Skeel Jacobsen, veðurmaður á Sosialinum.
Sambært veðurkortinum verður sama veðrið sunnudagin, men út á sunnukvøldið verður kortini heldur frægari.
Seinni í komandi viku hækkar hann og veksur hann eisini vindin nakað. Tá verður heldur klárari, men somuleiðis kaldari í veðrinum.