Eitt valstað í Vága kommunu

Fólk í Vága kommunu hava nu bert eitt valstað, og tað er ítróttarhøllin á Giljanesi.

Gomlu valstøðini í Miðvági og í Sandavági eru niðurløgd.

Hetta samtykti kommunustýrið í Vága kommunu í apríl í sambandi við kommunuval og heitti á Innlendismálaráðið um at bera so í banda, at tað eisini var galdandi fyri løgtingsval og fólkatingsval.

Broytingin er lýst í kunngerðablaðnum.

Hereftir skulu allir borgarar í Miðvági, í Sandavági og í Vatnsoyrum sostatt velja á Giljanesi.