Fólkaflokkurin í Havn hevur ikki enn kunngjørt valevnislistan til býráðsvalið.
Við in.fo segði Annika Olsen, forkvinna í felagnum, tann 6. august, at uppstillingarfundirnir vóru lidnir, og at nevndin hevði fingið litið upp í hendi at gera listan lidnan. Hon segði eisini, at hon væntaði, at listin fór at verða kunngjørdur næstu vikuna.
Í dag sigur Havnar Framburðsfelag, at tey fara at kunngera nøvnini at valevnunum næstu dagarnar – og so kunngera tey, at Bogi Andreasen stillar uppaftur. Bogi Andreasen hevur umboðað Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð seinastu fýra árini. Fyri tað umboðaði hann Tjóðveldi í Tórshavnar býráð í fýra ár, og var hann tá varaborgastjóri í samgonguni millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
Í samrøðuni við in.fo 6. august segði Annika Olsen eisini, at Sjúrður Olsen stillar upp. In.fo hevur eisini spurt Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóra, sum ikki varð afturvaldur á valinum seinast, um hann stillar uppaftur. Hann segði seg hava fingið fleiri áheitanir, men hevði enn ikki tikið støðu.
Annika Olsen hevur enn ikki sagt alment, um hon stillar upp ella ikki.
– Eg havi ikki tikið endaliga støðu til tað enn. Mín trupulleiki er, at eg trívist so væl í landspolitikki, at eg vil illa sleppa tí, segði Annika Olsen við in.fo.
Hon hevur ta avgjørdu støðu, at somu fólk ikki skulu sita í býráðnum og í løgtinginum. Hon legði sjálv sum landsstýriskvinna í kommunumálum fram uppskot um at nokta fulltíðarsettum borgarstjórum at kunna taka sæti á tingi.
– Men eg vildi farið nógv longur. Tí eg haldi als ikki, at somu fólk skulu umboða flokkin í bæði býráð og á tingi.
Tí er valla sannlíkt, at Annika Olsen stillar upp til býráðsvalið hesaferð. Taktiskt kann tað eisini verða váðið hjá henni at stilla upp sum høvuðsvalevni, tí tað er ikki vist, at allir sjógvar innanfloks hava lagt seg eftir at hon beint eftir valið í fjør fór úr Fólkalfokkinum og upp í Framsókn – fyri síðani at koma aftur í Fólkaflokkin.









