Uppskotið hjá Edmundi Joensen um eitt valdømi verður broytt. Tað verður lagt fyri tingið, men fær ikki gildi til komandi løgtingsval Tað var úrslitið av samgongufundinum, sum hevur verið størsta partin av degnum í dag.´
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, segði við Útvarpið í kvøld, at samgonguflokkarnir og formenn teirra eru komnir til eina semju, har uppskotið verður nakað snikkað til.
- Samgongan var býtt í tveir bólkar, og tá hvørki løgtingsformaðurin ella nei-sigararnir til uppskotið vildu slakað, varð neyðugt at finna eina semju, sum partarnir kundu liva við, sigur Jóannes Eidesgaard.
Uppskotið inniber eisini, at Suðurstreymoyar valdømi til komandi løgtingsval fær ein umdømisvaldan tingmann afturat. Til hetta nýtist tó ikki nøkur lógarbroyting, tí vallógin heimilar 33 tingmonnum.










