Eitt valdømi - einaferð enn

Jákup Sverri Kass,
sjálvstýrismaður

Hevði fyri stuttum eina grein í bløðunum har eg gav til kennar, at eg meini, at Føroyar eiga at gerast eitt valdømi. Greinin hjá mær og viðmerkingar til greinina frá tíðindamanninum, Pól á Kletti, hava fingið Jógvan við Keldu, løgtingsmann uppá afturbeinini.
Í grein síni setir Jógvan fram eina røð av spurningum, sum hann biður Pól á Kletti og undirritaða um at svara uppá. Eg fari ikki at fylgja hesi áheitan slaviskt, men vil nýta høvi til enn einaferð at grundgeva fyri míni áskoðan.
Jógvan vísir á, at Grønland møguliga er einasta dømi uppá eitt land, sum bert hevur eitt valdømi. Eg vil loyva mær at sláa fast, at broytingin hevur verið góð fyri grønlendingar. Grønlendingar hava fingið landspolitikarar, og í grønlendska Landstinginum er í dag umboðan frá øllum landinum.
Men í veruleikanum noyðast vit føroyingar ikki altíð at samanbera okkum við onnur. Spurningurin er, hví vit í útnorði aldri kunnu verða undangongumenn - hví skullu vit altíð verða eftirbátar? Í Føroyum búgva hóast alt ikki meira enn 48.000 sálir - tað sama sum í Vejle ella Horsens. Vit tosa um, at Føroyar og føroyingar eru ein serstøk tjóð. So lat okkum finna okkara egnu loysnir, til tess at skapa okkara egna framburð - vit hava brúk fyri nýhugsan.
Jógvan spyr, hvør munurin er á lokalpolitikarum í Havn og í Klaksvík. Tað er ongin munur á lokalpolitikarum í Havn og Klaksvík. Trupulleikin hesum viðvíkjandi er, at teir ikki skullu standa til svars fyri øllum borgarum - bert teimum í sínum egna valdømi. Endamálið við nýggju skipanini skal vera at avskaffa lokalpolitikaran og skapa eitt grundarlag fyri landspolitikarum í landspolikki.
Hví skullu vit ikki kunna skipa okkum sum eitt land, har politikarin til eina og hvørja tíð skal standa til svars fyri øllum borgarum landsins? Eg ynski, at føroyingar skullu fáa møguleikan at stemma fyri øllum valevnum - ikki bert teimum í nærumhvørvinum. Tað kann ikki vera rætt at nakrir fáir kilometrar skullu avgera, at ein ikki fær møguleikan at stemma fyri vælegnaðum valevni frá grannabygdini. Ein skal kunna stemma uppá besta løgtingsvalevni; óansæð hvar í landinum valevni kemur frá!
Jógvan spyr eftir trygdini hjá borgarinum fyri at Landssjúkrahúsið og almenna fyrisitingin gerst bíligari, um so er at vit fáa eitt valdømi. Eg skal lova tær fyri, at tað gerst ikki bíligari við at petta tað sundur og flyta tað á bygd.
Ein annar stórur trupulleiki, sum Jógvan slett ikki vil koma inn á er, at núverandi løgtingsvallóg er ótíðarhóskandi. Nýggja kommunulógin og kommunusamanleggingar gera, at vit í nærmastu framtíð verða noydd til at broyta valdømisbygnaðin.
Hattin av fyri teimum bygdaráðsformonnum, sum hava sæð at framburður og menning er í felagsskapi. Størri eindir skapa eitt umhvørvi har ein vælvirkandi umsiting kann fáast uppá beinini. Umframt at geva arbeiðspláss til tey við drúgvari útbúgving, vil hetta skapa eina sterkari miðfyrisiting á nærplássunum.
Vit mugu síggja í eyguni at til tess at skapa framburð og menning, so eru vit noydd til at fáa politikarar á landspolitiska leikpallin, sum síggja longur enn til næsta bøgarðin. Skullu vit skapað framhaldandi gróðrarlíkindir fyri land og fólk, so er eyðsæð at lógir og mynduleikar einas at standa saman um at menna hesar karmar.
Ein klókur maður segði einaferð: »Prísurin fyri at gera tað góða gamla er nógv hægri enn prísurin fyri broyting og nýhugsan«.