Í morgin er tjóðaretingsval í fyrrverandi sovjetlýðveldinum Aserbajdsjan, og sjáldan hevur altjóða samfelagið havt so stóran áhuga fyri einum vali sum hesaferð. Orsøkin er, at higartil hava val í Aserbajdsjan verið merkt av umfatandi sviki, men nú krevja USA, ES og onnur, at skil skal koma í.
Tá saman num kemur, botnar tann stóri vesturlendski áhugin í tí, sum hendi í Ukraina og Georgia, har andstøðan feldi tað sitandi stýri. Tað verður kortini ikki hildið, at andstøðan í Aserbajdsjan er før fyri at vinna valið í morgin, men eygleiðarar siga seg hava vónir um, at valið verður nøkunlunda demokratiskt, og at allir partar væntandi fara at góðtaka úrslitið.
Tað er tó ikki bara tann demokratiski dreymurin, sum ger, at lond í Vesturheiminum hava so stóran áhuga fyri tí, sum hendir í Aserbajdsjan. Landið hevur nógva olju í undirgrundini, og fleiri vesturlendsk oljufeløg hava gjørt stórar íløgur har.










