Eitt val hevði reinsað luftina

Annika Olsen, sum nú er farin úr landsstýrissessinum og í Løgtingið, heldur, at eitt val um nakrar mánaðar hevði reinsað luftina, so Tingið kundi komið víðari. Annika Olsen hevur fingið nógv frá hondini sum landsstýriskvinna í Innlendismálum, og hon sigur fleiri av uppskotunum, sum liggja í Løgtinginum.

Fyrst og fremst vil eg vóna, at málið um Skálafjarðartunnilin verður samtykt, sigur Annika Olsen um tey málini, sum hon hevur borið niðan í Tingið seinastu tíðina.

Hon vónar tí ikki, at val verður útskrivað alt fyri eitt, tí so detta øll málini niðurfyri, sum í dag liggja í Løgtinginum og bíða eftir at verða avgreidd.

Hon heldur tó, at rætt er at útskriva eitt summarval.

So fáa vit reinsa luftina og kunnu koma víðari, sigur Annika Olsen, sum nú tekur sæti í Løgtinginum.