Høgni Hoydal
Hoyrdi úrslitið av nýggjari veljarakanning í Útvarpinum. Lurtaði væl og í einum eykasetningi kom fram, at Tjóðveldisflokkurin var væl størstur við 25,7%.
Hugsi, at hetta man vera ein tann mest markanta framgongdin, vit hava havt í veljarakanningum seinastu 6-7 árini. Eg skal viðganga, at eg altíð eri sera varin at tulka veljarakanningar á bæði ein og annan bógv. Satt at siga, so hóvar mær sjáldan ov góðar veljarakanningar fyri flokkin, tí tær kunnu skapa vónir, ið ikki hava hald í veruleikanum. Men tá framgongdin er fleiri prosentstig, so vísa tær helst eitt rák, sum vit eiga at gera alt til tess at halda fast um, við at betra enn meiri um arbeiði okkara í flokkinum.
Kritisk og konstruktiv andstøða
Vit hava í Tjóðveldisflokkinum valt at arbeiða sum ein bæði kritisk og konstruktiv andstøða. Tað halda vit er okkara skylda. Vit halda neyvt eftirlit við øllum arbeiðinum hjá landsstýrinum. Vit finnast at eisini hvassliga , har tørvur er á tí. Og vit taka undir og geva rós, har vit halda skilagóð stig verða tikin.
Men harafturat hava vit í andstøðu roynt at bróta burtur úr nýggjum. Vit leggja okkara egnu uppskot fram til tess at broyta samfelagið og seta greið mál við ítøkiligum uppskotum. Vit vísa støðugt á alternativ til førda politikkin og vísa á, hvussu okkara uppskot skulu fíggjast. Nevnast kunnu eitt nú uppskot um egnan uttanríkispolitikk, Búskapargrunn, vinnupolitikk, alternativa fíggjarlóg, skúlabygging, samferðslu, pensiónsbroytingar, javnstøðu og mentanarframtøk.
Eisini eru vit farin undir miðvísar fundir kring landið til tess at fáa enn fleiri fólk at taka lut í politiskum arbeiði og geva ávirkan á arbeiði floksins.
Tí er ein slík veljarakanning fyrst og fremst eitt herðaklapp og ein íblástur til tingfólkini, ið hava arbeitt sera seriøst. Men eisini til kommunupolitikarar floksins og til øll tey, sum sjálvboðin arbeiða fyri floksins hugsjónum og menning.
Løgnar niðurstøður
Men veljarakanningin gjørdist stuttlig á ein heilt annan hátt, tá eg hoyrdi, hvussu Útvarpið hevur valt at gera tíðindi burturúr kanningini.
Høvuðstíðindini fríggjadagin og leygardagin vóru samrøður við formann Sambandsfloksins og við Jóannes Eidesgaard, løgmann. Báðir fegnaðust og søgdu seg hava fingið okkurt slag av álitisváttan í hesari kanningini ja, løgmaður gav enntá okkurt skotið til formann Tjóðveldisfloksins.
Eg undraðist, men kom eftir, at Útvarpið bert samanber tølini hjá flokkunum við úrslitið á seinasta løgtingsvali og bert leggur dent á munin millum Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard sum løgmansevni í hesi kanningini eins og var hetta fyrsta kanning av sínum slag.
Veljarakanningar
vísa eitt rák
Nú veit eg ikki, um eg havi misskilt okkurt grundleggjandi viðvíkjandi veljarakanningum. Havi altíð hildið, at veljarakanningar hava bert tað virðið, at tær kunnu vísa á eitt rák yvir tíð, tá ið einfaldir og greiðir spurningar verða endurtiknir regluliga.
At samanbera tølini bara við seinasta valúrslit, vísir ikki eitt rák ella broyting yvir tíð, nú samgongan hevur sitið helvtina av valskeiðnum. Tað áhugaverda er at hyggja eftir allari gongdini frá valúrslitinum yvir fylgjandi kanningar til í dag.
Soleiðis verða veljarakanningar eisini brúktar alla aðra staðni. Hugt verður at, um tað gongur upp ella niður í kanningunum. Tá ið broytingarnar eru undir hálvt prosent, er heldur ikki vanligt,at gera nakrar nýggjheitir burtur úr tí - tá er tað innanfyri statistisku óvissuna og ber mest boð um status quo.
Tríggjar størri broytingar
Sum eg dugi at síggja, so eru tríggjar størri broytingar í hesi kanningini í mun til seinastu veljarakanningar:
1.Tjóðveldisflokkurin fer rættiliga týðiliga fram - ja, hetta man helst vera ein tann frægasta veljarakanningin hjá flokkinum seinastu árini.
2.Javnaðarflokkurin var størstur í seinastu kanning, men sær út til at missa fleiri prosentstig í mun til seinast.
3.Persónliga undirtøkan hjá sitandi løgmanni minkar í mun til seinastu kanning.
Kortini eru tíðindini, sum verða borin út, at løgmaður og Sambandsflokkurin eru vinnarar í kanningini.
Hevði verið stórtíðindi í øðrum londum
Sjálvandi síggja vit politikarar altíð veljarakanningar við okkara partapolitisku brillum og royna at venda øllum til okkara fyrimun.
Men í hesum føri ber av, tá kanningin nærum verður vend á høvdið.
Um vit samanbera við onnur lond, so eru veljarakanningar ikki altíð nøkur nýggjheit, tí tær verða gjørdar so javnan.
Men tað hevði sanniliga verið ein nýggjheit og stjórnarleiðarin hevði verið tráspurdur av øllum miðlum um hann misti persónliga undirtøku í veljarakanningum og um hansara flokkur gekk fleiri prosent aftur í mun til seinastu kanning.
Tað er sjálvsagt harmiligt fyri samgonguna og løgmann, og okkara fjølmiðlar fara vónandi ikki at royna at vinda so nógv burturúr veljarakanningum, sum vit síggja í øðrum londum. Men tá tær nú verða gjørdar, so tykir tað mær rættiliga løgið at nýta alla orkuna til at fáa nakað heilt annað burturúr teimum, enn tað kanska sera tíðaravmarkaða rák, ið tær hóast alt kunnu siga nakað um.