Nú verður farið undir eitt nýtt samstarv ímillum londini í ríkisfelagsskapinum. Tað er Samstarvsráðið ímillum Danmark, Føroyar og Grønland, sum nú fer til verka. Seinnapartin í dag hava teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum, Mette Frederiksen, Bárður á Steig Nielsen og Muté B. Egede skrivað undir eina avtalu um treytirnar fyri samstarvið.
Nýggja samstarvsráðið er stovnað, tí tørvur er á sterkari samstarvi og betri samskipan, nú stórveldini vísa áhuga fyri norðuratlantshavi og Arktis, sigur løgmaður í eini fráboðan.
Hann sigur at endamálið er, at vit mugu áhaldandi virka fyri at gera ríkisfelagsskapin tíðarhóskandi. – Eg haldi, at nýggja samstarvsráðið er eitt greitt og ítøkiligt úrslit av góða og semjusøkjandi samstarvinum millum Danmark, Føroyar og Grønland seinastu árini, sigur løgmaður.
Hann sigur, at vit merkja stútt og støðugt ein størri áhuga fyri Føroyum frá stórveldinum. Og hann væntar, at samstarvsráðið fer at hava ein týðandi lut í at tryggja okkum størri innlit og ávirkan á okkara trygdar- og verjupolitisku viðurskifti.
Hetta næsta árið eru tað Føroyar, sum hava formansskapin í samstarvsráðnum.









