So bersøgin er Rigmor Dam, sum umboðar Javnaðarflokkin í mentanarnevndini hjá løgtinginum. Hóast ovfarin, so undrar tað ikki hana, at eitt slíkt uppskot kemur frá landsstýrinum.
– Hendan samgongan er farin illa við demokratinum. Hon hevur sjoflað so nógvar mannagongdin og hoyringsfreistir. Hetta er jú tann mest reaktionera samgongan norðan fyri Cairo, sigur Rigmor Dam.
Hon vísir á, at júst fjølmiðlarnir – og ikki minst óheftir fjølmiðlar, eru ein av grundsúlunum undir demokratiska samfelagnum.
– Pressan er oljan, sum smyr gonguverkið og fær demokratiið at virka. Við at køva fjølmiðlarnar, so hótta vit fólkaræðið, og tað er tað, sum við at henda nú. Hon vísir eisini á, at samgongan beinleiðis hevur hótt starvsfólk í Kringvarpinum upp á teirra livibreyð.
Hóast ovfarin og forfard, so undrar tað hana ikki, at landsstýrið soleiðis ætlar at forkoma almenna public service stovninum Kringvarp Føroya.










