Tað var hin 2. august í 2007 - ella fyri júst 14 árum síðan - at russiski trolarin Olshana fór á land á Flesjunum. Trolarin var á veg aftur til fiskiskap, eftir at hann hevði verið á Kollafirði og bunkrað 270 tons av gassolju.
Í morgun - júst á degnum 14 ár seinni - stendur frystilínuskipið Eivind á Flesjunum. Veðrið er gott, og eingin vandi var við manningini. Soleiðis, sum myndir av staðnum í morgun vísa, hevur Eivind slagsíðu í bakborð.
Vónandi fer tað at eydnast at fáa frystilínuskipið av aftur í øllum góðum. Tað vóna vit øll. Men, við Olshanu gekk minni væl, og hon endaði sínar dagar við Flesjarnar, har hon framvegis liggur.
Stóri brølarin, sum myndugleikarnir gjørdu, tá Olshana fór á land, var, at oljan ikki varð pumpað úr skipinum, áðrenn roynt varð at hála skipið av aftur. Tískil liggur oljan, sum var umborð á russiska trolaranum, nú við botnin á Tangafirði - sum ein hóttandi umhvørvisbumba.











