TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av fótbóltspanelinum á Rás2, har Róin Schrøter var gestur. Róin er bæði varaforseti í FSF, og formaður í kappingarnevndini.
Við sær í Rásarúmið hevði Róin eitt spennandi uppskot, sum ikki verður sett í verk í ár, men sum kann verða sett í verk í 2017, um undirtøka er fyri tí. Uppskotið snýr seg um, at liðini í effodeildini skulu hava 13 heimadystir í part, men fyri at undganga ójavnan, sum er nú har fimm lið fáa 14 heimadystir, og fimm onnur lið fáa 13 heimadystir, so skal tað eina umfarið í effodeildini verða avgreitt á Tórsvølli, so spælararnir hjá øllum effoliðunum sleppa at royna seg á tjóðarleikvøllinum.
Talan verður ikki um "kassadystir", also so sum HB-B36, ÍF-Víkingur, NSÍ-B68, men eitt umfar har fimm lið frá ovaru hálvu frá árinum fyri møta fimm liðum, sum eru frá niðaru hálvu árið fyri, ella ein av uppflytarunum. Hædd verður tó tikið fyri, at umfarið, sum skal spælast á Tórsvølli ikki er ein grannauppgerð.
Róin leggur dent á, at enn er talan um eitt uppskot, og einki verður sett í verk uttan, at undirtøka er fyri tí.