Eitt trygt umhvørvi fyri børnini

Børn og ung, ið vaksa upp har rúsdrekka er til ampa fyri trivnaðin heima, skulu nú verða hoyrd og fáa hjálp.

Hetta er endamálið við bólkum, ið Blái Krossur Føroya fer at skipa fyri og bjóða børnum og ungum, ið kenna til hendan trupulleikan, at verða partur av. Ætlanin er at skapa eitt trygt umhvørvi, har arbeitt verður við avbjóðingunum, ið hesi børn møta.

Tiltakið er ein liður í verkætlanini "Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi Føroya. Endamálið er at gera tað meira sjónligt og opið at tosa um tað at vaksa upp í einum heimi, har rúsdrekka er ella hevur verið til ampa fyri trivnanin í familjuni.

Hjá teimum flestu er hetta eitt tabu, men Blái Krossur vil vísa á, at trupulleikin er veruligur í Føroyum eins og hann er í øðrum londum, og at mong eru tey, ið stríðast við hann.

- Lærarar, heilsufrøðingar og onnur fakfólk kenna eisini til hendan trupulleikan og siga seg mangan standa í tvístøðu tá tey hava við børn í slíkari støðu at gera, sigur Jóngerð Nielsen, fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi Føroya.

- Tey vita ikki hvat tey skulu gera ella hvønn tey skulu venda sær til.


Blíva hoyrd

Í Danmark og øðrum londum verður størri dentur lagdur á at hjálpa børnunum hjá teimum, ið stríðast við rúsdrekka trupulleikar, tí tað vísir seg fyri fleiri at tað fær álvarsamar avleiðingar fyri tey seinni í lívinum. Teirra sosialu førleikar verða settir uppá spæl og tey kunnu enda í rúsdrekka misnýtslu ella øðrum trupulleikum sjálvi.

Blái Krossur Føroya vil tí skapa eitt stað, har børnini blíva hoyrd, har tey kunnu siga tað, tey vilja, og har tey kunnu verða tey, ið tey eru – í tryggum umstøðum.

At byrja við verður skipað fyri trimum døgum í Tórshavn og trimum í Eysturoynni, ið eru ætlaðir sum kunning og stovnan av bólkum.

Ætlanin er at skipa bólkar til børn og ung í aldrinum 7-18 ár. Børn, foreldur og onnur áhugaði, ið hava avvarandi ávirkaði av rúsdrekka, eru bjóðaði við til hesar dagar, ið verða frá tíðliga í desember fram til byrjanina av februar mánað. Tiltøkini eru púra óformel og tilmelding er ikki neyðug.

Fólk kunnu koma til kaffimunn, tosa við fyribyrgingarráðgevan ella við onnur, ið møta upp, seta spurningar ella bara lurta.

Blái Krossur heitir á fólk, ið hava tørv á hesum tilboðnum ella kenna onnur, ið hava, um at seta seg í samband við fyribyrgingarráðgevan hjá Bláa Krossi. 




Tvey støð – tríggir dagar

Bláikrossur fer at skipa fyri mannarættindarúmum á tveimum støðum.

Á Kongabrúnni í Tórshavn:

• Hósdagin 8. desember 2011 – kl. 15-17

• Mánadagin 2. januar 2012 – kl. 16-18

• Mánadagin 30. januar 2012 – kl. 16-18 


Í hølunum hjá heilsufrøðingum, Vaktarhúsvegur 3, í Gøtugjógv:

• Mánadagin 12. desember 2011 – kl. 17-19

• Mikudagin 4. januar 2012 – kl. 16-18

• Hósdag 2. februar 2012 – kl. 16-18