– Eitt Tjaldur í maskinuna

Hondbóltur: Ein av royndu spælarunum hjá Stjørnuni, Annika Ljósstein, sum serliga ger vart við seg í verjuni, ásannaði eftir dystin ímóti Tjaldri í gjárkvøldið, at tað bleiv meira spennandi, enn ætlanin var:
– Nei, hetta høvdu vit ikki ætlað. Vit høvdu ætlað at koyrt tað trygt heim, men har kom eitt Tjaldur í maskinuna. Men nú liðugt er, er hetta bara heilt ótrúligt. Tað hevur verið keðiligt, at meistaraheitið hevur verið í Runavík, men nú er tað so komið heimaftur, segði hon.
– Tað gjørdi tað ikki verri, at vit máttu kempað eitt sindur meira fyri tí nú ímóti endanum. Hetta hevur verið eitt gott kappingarár, men tað hevur verið keðiligt, at mótstøðan ikki hevur verið so stór í ár. Tað er altso ikki so stuttligt at vinna í heilum við 10-15 málum.