Hugburðurin og mótviljin hjá ávísum borgarum í miðstaðarøkinum kemur greitt til sjóndar, nú Dimma skírir suðuroyingar dýrar á forsíðuni og onkur tinglimur hevur ilt í afturpartinum, tí skúlin í Hovi til 200 næmingar kostar 90 milliónir krónur.
Í mínari verð er eingin ivi um, at 90 milliónir krónur til skúlan í Hovi, eru tær sum fara at kasta nógv meira av sær, enn tær 100 milliónir krónurnar til tinghúsið, sum í stóran mun er sum ein barnagarður. Tinglimir duga tíverri ikki at síggja framtíðarútlitini fyri, hvat peningurin til ein skúla fara at kasta av sær.
Johan Dahl hevur jú púra rætt, tá sagt verður, at tingfólk bert »arbeiða« hálva tíð fyri høga løn og eina eftirløn sum eingin annar fær. Og hendan kostnaðar mikla »arbeiðstíðin« verður brúkt upp á smámál, so sum rundstykkir, hurðarlás, eina ella tvær tíðindadeildir í kringvarpinum og nevndarlimir í Atlantic Airways og annað, sum einki hevur upp á seg.
Tinglimir gráta rossatár yvir tað sum er fari, ístaðin fyri at taka seg um reiggj og leggja mál fram, so at Føroyar fáa ein sjálvberandi búskap. Uttan mun til politiskan lit, so er einki nýskapandi komi úr tinginum tey seinastu 15 árini, sum kann fáa Føroyska búskapin til at framleiða meira enn í dag.
Ting og tinglimir hava koyrt í somu rillu á lakkplátuni øll árini, teir tosa í mestan mun um, hvar og hvussu skattapengurin skal nýtast, men taka ikki upp á tungu, hvussu vit kunnu fáa fleiri skattapengar við at økja um framleiðsluna, ikki eitt orð.
Vælsignaðu tingfólk, takið tykkum saman, tí sum orðatakið sigur »eitt er at siga nakað, annað er at gera nakað« og har hoppar reimin av hjá tykkum.
Tit kunnu ikki gera sum Pilatus, ið vaskaði sær um hendurnar og segði, eg eri ósekur, tí tað eru tit ikki.









