Tað er ikki einans løgtingsvalið, sum verður á skránni leygarkvøldið. Í Rex og Bassalt verður Halloween á skránni, meðan Mentanarhúsið bjóðar til The Dreams.
Halloween vindur uppá seg kring knøttin. Í USA er hetta ein sera gjøgnumførd høgtíð, og føroyingar byrja so smátt at fylgja amerikanska rákinum.
Bæði í Bassalt og í Rex verður høvi at vinna vinningar, um tú letur teg í gjøgnumførd grýluklæði.
Haraftrat eru serlig tilboð á skránni hetta kvøldið, sum kunnu síggjast á Facebook.
Bassalt boðar frá, at vælumtókti myndamaðurin Axel Grétarsson tekur myndir av grýlunum, sum luttaka hetta kvøldið.
Í Mentanarhúsinum standa The Dreams fyri undirhaldinum. Føroyski bólkurin hevur veruliga gjørt um seg í útlondunum. So nógv, at tær sjáldan fáa tíð at koma heim á klettarnar at framføra. Men leygarkvøldið verður so høvi at hoyra teir í Mentanarhúsinum eftir løgtingsvalið.