Eitt summarkvøld í Nólsoy

Eitt ferðalag hevði bílagt grillkvøld frá Kunningarstovuni í Nólsoy í gjár, og tá veðrið var so gott, gjørdu nólsoyingar av, sjálvir at hugna sær eina løtu, tá ferðalagið var farið til Havnar aftur Jóansøkuaftan var í gjárkvøldið, og tá hann fall á ein leygardag, samstundis sum veðrið var rættiliga gott, hvat er so meiri natúrligt, enn at hugna sær við grillini eina løtu?

Og hjá nólsoyingum lá væl fyri í so máta. Ein fyritøka úr Havn var í Nólsoy í gjár, har tey millum annað gingu út á Borðuna. Í samráð við Kunningarstovuna í oynni, skipaði henda so fyri einum grillkvøldi, tá ferðalagið kom aftur av Borðuni.

Hetta hepnaðist ógvuliga væl, eisini tí veðrið var so gott. Men hetta gav eisini nólsoyingum sjálvum íblástur til at taka seg saman og savnast á keiini eftir, at ferðalagið var farið til Havnar aftur.

Har hugnaðu tey sær so við pylsum og búffum, og eitt lítið, hugnaligt bál varð eisini tendrað. Eisini varð eitt tjald, einar seks ferðir tríggjar metrar, sett upp í fall, at tað skuldi farið at dropa at himli.

Sera hugnaligt, vóru tey øll samd um