Bogi Eliasen, cand.scient.pol/samfelagsfrøðingur
Í hesum døgum fer valstríðið at harðna. Valstríðið um hvør skal sita á løgtingi og umboða Føroya Fólk komandi valskeið, sum í mesta lagi er fýra ár.
Vit hava eina frælsa demokratiska skipan, og tí hava vit eitt frælst val, har øll valbær kunna bjóða seg fram í flokki ella sum einstaklingur. Demokratiskar skipanir í okkara parti av heiminum verða ofta sagdar at vera trýbýttar eftir læru Montesquieus í ávíkavist lóggevandi, útinnandi og dømandi valdi, sum skula verða javnmett og leys hvør av øðrum, og soleiðis halda hvørjum øðrum í oyrunum. Henda meginregla er idealistisk og kanska ógjørlig at seta í verk, men kann verða sett sum mál. Hjá okkum ber ikki til enn at hugsað í tríbýti, tí tann dømandi parturin, ikki enn íð hvussu so er er føroyskt málsøki.
Men vit hava tað útinnandi og lóggevandi valdið á yvirtiknum málsøkjum. Her, sum í okkara grannalondm sæst, at lóggevandi og útinnandi valdið politiskt eru tætt knýtt hvørt at øðrum. Tað er vanligt, at topparnir í samgonguflokkunum fara í stjórnina, sum er tað útinnandi valdið. Soleiðis eru flokkarnir umboðaðir, bæði í útinnandi og lóggevandi valdinum, og verður tingsamgongan og stjórnin, sum situr á útinnnandi valdinum, tæt knýtt.
Stjórnin hevur miðfyrisitingina
Um okkara leiðir er vanligt, at miðfyrisitingin tænir stjórnini, tað vil siga at ráðharrar eru politisku leiðararnir. Her verður somuleiðis roknað við, at miðfyrisitingin vísir ráharrunum álit ella loyalitet, tvs. at tað ikki verður arbeitt ímóti ráðharrunum. At hetta ikki er bara sum at siga tað, sæst m.a. í Onglandi og USA, har allur toppurin av umsitingini verður skiftur út aftaná val/stjórnaskifti, soleiðis at samgongan veit, at har sita fólk við loyaliteti.
Løgtingið hevur einki.
Aðrastaðni er vanligt, at lóggevandi tingið hevur serkunnleika bygdan inn í skipanina. T.d. í Danmark fær ein fólkatingslimur pening til at seta hjálparfólk til tingarbeiðið. Harafturat hevur Fólkatingið eina hjálpandi fyrisiting.
Her standa vit á berum í Løgtinginum. Løgtingsskrivstovan er sera lítil og fáment, og hevur als ikki orku til at hjálpa øllum løgtingslimunum at tilevna lógaruppskot, gera langtídarætlanir o.s.fr. og tað er ein veikleiki í okkara fólkaræði. Stýrisskipanarlógin letur upp møguleikan fyri minnilutastjórnum, men ein minnilutastjórn krevur, at andstøðan hevur orku til at arbeiða og tilevna lógaruppskot og ætlanir, sum kunnu bjóða landsstýrinum og miðfyrisitingini av. Tað er ikki støðan í dag.
Principielt kann andstøðan brúka miðfyrisitingina, men tað elvir til fleiri trupulleikar. T.d. hevur miðfyrisingin ikki óavmarkaðar miðlar, og tí skulu uppgávurnar raðfestast. Um ein fyrispurningur t.d. er frá andstøðupolitikkara um at tilevna eitthvørt lógaruppskot og Landsstýrismaðurin samstundis skal hava eitt lógaruppskot gjørt liðugt, hvat verður so hægri raðfest? Tað er ikki nakar ivi um, at landstýrismaðurin stendur fyrst. Og tað er eisini í lagi. Og hvat um miðfyrisitingin samstundis skal tilevna eitt uppskot fyri landsstýrismannin og eitt mótuppskot fyri andstøðuna, er tað ikki trupult?
Check and Balances í amerikonskum anda.
Løgtingið og Landstýrið skulu eisini helst verða principielt atskild, og ansa hvør øðrum. Tí skulu tey eisini hava hvør sín serkunnleika. Í einari liberal demokratiskari check and balances, (tað merkir at stovnarnir kanna og javnviga hvønn annan) hugsan, sum m.a. hevur røtur í Grundlógini í USA, skulu politisku stovnarnir halda skil hvør á øðrum. Tað ber ikki til, um miðfyrisitingin skal tæna báðum pørtum.
Løgtingið skal hava meira serkunleika, finst hann?
Hjá okkum er ein trupulleiki,, at vit hava avmarkað fólk til taks. Hava vit fólk til eitt styrkt Løgting, og hvussu skal Løgtingið skipast?
Ein máti er, at hvør løgtingslimur fær fígging til at seta t.d. eitt heilt ella hálvt ársverk aftrat sær. Soleiðis fær løgtingslimurin loyala hjálp til tingarbeiði sítt, og velur sjálvur hvør skal setast. Størru flokkarnir kunnu soleiðis gera sekretariatir, um teir savna hesi fólk. Harvið verða flokkarnir eisini styrktir, soleiðis at teir kunnu arbeiða meira støðugt og proffesionelt við langtíðarætlanum, eisini ímillum val.
Til ber eisini at økja um umsitingina í løgtinginum, soleiðis at tað verður eitt felags sekretariat, sum skal hjálpa tinglimunum. Her fæst kanska ein størri fakkunnleiki, men loyaliteturin millum tann einstaka politikaran og hjálparfólkini, verður ikki sum í fyrra mátanum. Flokkarnir í sjálvum sær verða ikki styrktir og tað gevur ikki møguleikan at sita og evna langtíðarætlanir saman við einum ella fleiri floksloyalum hjálparfólkum. Har afturat kann umhugsast, um flokkarnir skulu beinleiðis tillutast størri fíggjarliga orku, fyri at styrkja um flokkarnar, óheft av beinleiðis løgtingsarbeiði.
Langtíðarætlanir
Ofta verður havt á lofti, at kompromisir og breiðar langtíðarætlanir ikki verða gjørdar í føroyskum politikki, tí eitt nú í Danmark er vanligt at hava breiðar politiskar semjur um stór mál, soleiðis at alt ikki skal broytast, hvørja fer ein nýggj stjórn kemur framat.
Okkara flokkar hava slett ikki kapasitet at arbeiða við tílíkum ætlanum, og andstøðan ella løgtingið, sum heild, hevur heldur ikki orku at koma við alternativum lógaruppskotum í mun til tað, sum kemur frá Landsstýrinum.
Um vit í Føroyum ynskja eina professionella politiska skipan, sum kann samanberast við okkara grannalond, krevur tað at løgtingið og flokkarnir verða styrkt munandi. Sjálvandi kostar tað at styrkja løgtingið, men spurningurin er, um tann peningurin ikki verður skjótt afturvunnin, tí at politiska skipanin gerst betri og meira seriøs. Mín meting er, at verandi skipan ger, at vit ikki koma uppá eitt støði har breiðar semjur, langtíðarætlanir og minnilutastjórnir koma upp á tal, tí at Landsstýrið er alt ov sterkt í mun til Løgtingið. Harvið fer bæði løgtingsins eftirlitspartur og tann reelli møguleikin fyri mótspæli frá andstøðuni, fyri skeyti. Tað kann leggjast aftrat, at ynskja vit eitt nýmótans vælferðarsamfelag, mugu vit gjalda tað tað kostar at hava eina professionella politiska skipan. Hetta at ganga og siga, at okkara politikarar eru serstakliga býttir og fámentir, førir ikki til nakra loysn og gevur heldur ikki tí einstaka politikaranum, sum vil, møguleikan at arbeiða.
Vit hava nakrar sera álvarsamar bygnaðartrupulleikar og teir skula loysast, um politikkurin skal professionaliserast. Okkara politikkarar eru ikki í miðal býttari enn aðrastaðni, men okkara skipan er ikki nóg góð. Um støðan veruliga er tann, at okkara politikkarar eru býttari enn aðrastaðni, so má spurningurin verða, hví fáa vit ikki betri fólk inn í politikk?