Eitt stórt framstig fyri hoyvíkingar

Nú verður høllin loksins gjørd liðugt

Nú verðu Hoyvíkshøllin loksins gjørd liðugt.

Á fundi í kvøld hevur Tórshavnar Býráð samtykt at játta pening til at gera høllina lidna fyri.

 

Ábøtur eru gjørdar á høllina og bygt er upp í hana, men játtan var ikki til at gera hana lidna, tí tann ovasta hæddin er ikki gjørd. 

 

- Tí mettu  vit ikki, at vit fingu nyttu fyri pengarnar, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð

 

Tí hevur býráðið nú samtykt at játta slakar 2,6 milliónir afturat til høllina, so at  ovasta hæddin kann verða liðug, umframt til eina lift upp á hæddina, so at eisini fólk við rørslutarni fáa óskerda atgongd til hølini.

 

- Við hesum fáa hoyvíkingar nú eisini eina ovastu hædd í høllina, sum kann brúkast til alskyns virksemi, eitt nú í sambandi við kappingar, ella til tiltøk, til almennar fundir, til kafé, ella annað felagsarbeiði, sigur Helena Dam á Neystabø.

 

Fólkatalið í Hoyvík er veksandi, og stórur tørvur er á slíkum hentleikum, leggur hon afturat.

 

Býráðslimir halda, at hetta er eitt stórt framstig fyri hoyvíkingar, serliga tá ið hugsað verður um, at verkætlanin hevur ligið still so leingi, í veruleikanum heilt síðani í 2011.